Í morgin verður bert ein lítil ond av ymsum ætttum og sól ein stóran part av degnum. Hitin um 7 stig.
Týsdagin frískar hann vindin av suðri og útsynningi, serliga fyrrapartin verður nógvur vindur, um middagsleitið regn, hitin millum 4 og 7 stig.
Mikudagin útsynningur allan dagin, upp í ein strúk ella hvassan vind og vátaslettingur, tó eisini sólglottar, hitin um 4 stig.
Hósdagin millum sunnan og vestan, skrið ella stormur onkra løtu, regn fyrrapartin, seinnapartin møguleiki fyri sólglottum, hitin millum 4 og 6 stig.
Fríggjadagin heldur nógvi vindurin fram, skrið ella stormur av suðri, turt fyri tað mesta men skýggjað og nakað lýggjari, upp í eini 8 stig.
Næsta vikuskifti verður fyrst nógvur vindur og regn av suðri, sunnudagin tó minni vindur, sólglottar og ættin verður mest eystan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo