Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna bjóðar vinnuni í Sjóvinnuhúsið fríggjadagin 3. mars. Talan er um nýggja tiltakið Vinnuforum, har vinna og kommuna hittast.

Gott og tætt samstarv millum vinnu og kommunu er ein fortreyt fyri vøkstri og framburði, og Vinnuforum er eitt stig á leiðini.

Stað: Vestara bryggja 15

Neyðugt er at tekna seg til tiltakið, sendið ein t-post til vinnuforum(at)torshavn.fo

SKRÁ:
14.00 - 14.20 ANNIKA OLSEN BJÓÐAR VÆLKOMIN
 Borgarstjórin bjóðar vælkomin og greiðir frá vinnuligu ætlanunum í kommununi

14.20 - 15.20 TUNE HEIN GREIÐIR FRÁ UM DISRUPTION
 Rithøvundurin og leiðsluráðgevin greiðir frá hugtakinum DISRUPTION, og hvussu fyritøkur mugu ígjøgnum eina umskapan, vilja tær framvegis vera á marknaðinum í framtíðini

15.20 - 15.40 JÓNHILD RASMUSSEN GREIÐIR FRÁ UM HUGSKOTIÐ
 Leiðarin í Hugskotinum greiðir frá, hvussu vinnan kann gagnnýta møguleikarnar í Hugskotinum, og hvussu Vakstrarhjólið kann stimbra vøkstur og menning í fyritøkum

15.40 - 16.00 VÍST VERÐUR RUNT Í SJÓVINNUHÚSINUM
 Høvið verður at síggja nýggju og snotiligu hølini hjá Hugskotinum, at netverka og fáa okkurt leskiligt til góman

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo