Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Á fundi millum norðurlendsku mentamálaráðharrarnar í gjár, varð staðfest, at Norðurlandaráðið hereftir fer at seta meiri pening av til at týða tær bøkurnar, sum vinna Norðurlendsku mentanarvirðislønina.

Tað merkir, at føroyingar fara at fáa allar tær vinnandi bøkurnar týddar til føroyskt. Fyri komandi føroyskar vinnarar hevur tað eisini tann týðandi týdning, at bøkur teirra verða týddar til øll tey norðurlendsku málini, og at Norðurlandaráðið fíggjar týðingina. .

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, var til staðar á fundinum, tá hetta varð kunngjørt, og hon fegnast um avgerðina.

-Hetta er eitt stórt framstig, tí tað ger, at vit í Føroyum eisini kunnu lesa virðisløntu bøkurnar á okkara egna máli. Tað er gott at brúka orku uppá at týða bøkurnar, tí endamálið við øllum hesum er jú, at vit skulu styrkja samstarvið og savningarmegina – og einki amboð er so gott til tað, sum júst bókmentirnar. 

Skaldskapurin gevur jú eitt gott innlit í mentanirnar hjá hvørjum øðrum, bæði við tí, sum verður skrivað, men eisini við tí, sum kann lesast millum reglurnar. Tað er helst eisini orsøkin til, at júst bókmentaheiðurslønin er tann elsta av teimum heiðurslønunum, sum verða latnar, sigur Rigmor Dam.

Formaðurin í nevndini fyri vitan og mentan í Norðurlandaráðnum, Jorodd Asphjell, segði soleiðis á fundinum í gjár:

-Vit ynskja at hesar bøkurnar skulu verða atkomiligar fyri so mong í øllum Norðurlondum, sum gjørligt, so tær kunnu vera við til at styrkja okkara týdningarmikla norðurlendska mentanarsamstarv.

Sostatt kunnu vit síggja fram til, at vinnarabøkurnar framyvir verða týddar til øll tey norðurlendsku málini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo