Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar kommuna takkar øllum, sum luttóku í ruddingardøgunum í umhvørvisvikuni, og hava sent myndir inn. Øll hava verið sera røsk at rudda, umleið 33 tons av ruski eru skrásett á Brennistøðini hesar dagarnar.

Hetta er samstundis tíverri ein staðfesting av, at nógv órudd framvegis liggur og sløðist í kommuni. Latið okkum minnast til, ikki at blaka rusk í náttúruna.

Hepnu vinnararnir gjørdust næmingarnar í 4.a og 4.b í skúlanum á Argjahamri og næmingarnar á serbreytini á Glasi.

Tað var Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, sum handaði vinningarnar. Fyrst var hon boðin við til hugnaligan morgunsang í skúlanum á Argjahamri, og síðani varð vitjað á Glasi, har hon fekk eitt gott prát við lærarar og næmingar.

Tórshavnar kommuna ynskir hepnu vinnarunum hjartaliga tillukku við vinninginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo