Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Runavíkar kommuna: Ársins skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu er nú komin at enda. 

Í ár var uppgávan at skriva yrkingar - uttan nakað ávíst evni og við einastu avmarkingini, at hvør yrking skuldi vera í mesta lagi 1.000 orð.

Fyriskipararnir ynskja við afturvendandi skrivikappingini at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skriving yvirhøvur í Føroyum. Fyri at leggja lag á, varð fyriskipað fyri einum kveikingardegi við Lív Mariu Róadóttir Jæger og Trygva Danielsen, og eisini hevði Trygvi Danielsen tvey skriviskeið á Bókasavninum við Løkin. Tilsamans komu heili 123 yrkingar inn, og tað fegnast vit um!

Nú hevur dómsnevnd mett um yrkingarnar, og tríggir vinnarar eru funnir. Tað er ein 1. og 2. virðisløn, umframt ein serstøk til ungt fólk ið vísir serliga góð evnir.

Sunnukvøldið 23. apríl kl. 19 verða vinnararnir kunngjørdir á tiltaki á Bókasavninum við Løkin.
Torbjørn Jacobsen fer bjóða vælkomin, vinnararnir verða kunngjørdir og fáa handað gávubrøv. Síðani verða vinnandi yrkingarnar lisnar upp. Bárður á Lakjuni fer at spæla nøkur løg, og ein kaffimuður verður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo