Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Klaksvíkar bókasavn: Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

Seinasta mánaðin hava lesarar kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

Tey trý tilnevndu verkini í ár vóru ”Saga JAM” eftir Høgna Mohr, ”Summarið varar ikki alt árið longur” eftir Katrin Ottarsdóttir og ”Tám” eftir Jón Thorsteinsson og vinnarin gjørdist ”Saga JAM”.

Mikudagin 6. mars kl. 17.00 verður Lesaravirðislønin handað á Klaksvíkar bókasavni.

Virðislønin er 30.000 kr. Tiltakið er alment, umframt sjálva handanina verður eisini tónleikur, upplestur og lítið ábit.

Hetta er fyrstu ferð, at Lesaravirðislønin verður latin. Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur.

Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókaøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo