40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Vinnuháskúlin: Vinnuháskúlin hevur fingið starvsvenjingaravtalu í lag við danska tangaskipareiðaríið TORM A/S.

TORM hevur í løtuni 81 framkomin tangaskip í sínum flota. Vinnuháskúlin metir, at tað fer at styrkja um aspirantskipanirnar á Vinnuháskúlanum, at norðurlendsk reiðarí leggjast afturat núverandi føroysku reiðaríum.

Fyri tann aspirantlesandi merkir tað, at tey sleppa at royna seg umborð á ymsum skipasløgum, tá ið tey skulu í starvsvenjing á sjónum.

Við hesi reiðaríavtaluni eru samstarvsfelagarnir: Thor Shipping, Smyril Line, Bakkafrost, Skansi, Vørn, Havstovan, SEV, MEST, KSS, KJ-Hydraulikk, Standferðslan og TORM. 

Á Vinnuháskúlanum ber til at lesa til maskinmeistara, maskinist, skipara og skipsførara. Umframt hetta hevur skúlin eina skeiðsdeild og trygdardepil við Áir.

Á skúlanum ganga um 180 lesandi, og flestu teirra hava annaðhvørt lærutíð ella siglingstíð frammanundan, tá ið tey fara undir at útbúgva seg víðari á Vinnuháskúlanum.

Á skúlanum ganga eisini maskinmeistara- og skipsføraraaspirantar, ið hava miðnámsútbúgving frammanundan, og sum fáa siglingstíð sum part av útbúgvingini.

Í 2015 tók Vinnuháskúlin á fyrsta sinni inn skipsføraraaspirantar, og í 2018 byrjaðu fyrstu maskinmeistaraaspirantarnir á skúlanum. 

Í sambandi við, at henda samstarvsavtala við TORM er fingin í lag, vitjaðu Jan Lindgaard Høyer, leiðari fyri Training & Recruitment og Jógvan Trondesen Andreasen, Catering Manager hjá TORM, Vinnuháskúlan og høvdu framløgu fyri lesandi og starvsfólki á skúlanum.

Á myndini síggja vit teir báðar saman við Símuni Poulsen, skúlastjóra á Vinnuháskúlanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo