40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskimálaráðið fekk 10 umsóknir til tey 7.800 tonsini av svartkjafti sum vórðu sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Tilsamans varð søkt um 26.700 tons.

Fimm umsóknir vórðu játtaðar í samráð við Havstovuna.

Tríggir umsøkjarar fingu hvør 2.000 tons, ein fekk 800 tons og ein fekk 1.000 tons.

Fiskimálaráðið skrivar á heimasíðuni, at eins og í fjør í sambandi við tilsøgnir um Vinnuligar Fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, verður roynt at seta nakrar serligar treytir í játtanartilsøgnirnar, sum tryggja, at tað verður gjørt, sum ætlanin er við royndunum.

- Aftur í ár er dentur lagdur á at fáa lýst massabalansurnar í verkætlanini so væl sum gjørligt. Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar, í seinasta lagi 31. desember 2021.

Kvotur og kvotapartar, sum ikki eru nýttir í ár, fella aftur til Fiskimálaráðið 31. desember 2021, sostatt kunnu kvotur og kvotapartar ikki leingjast inn í komandi ár.

Nærri lýsing av verkætlanunum sæst her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo