Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Náttin er vøkur, nú tað stundar til fjórða sunnudag í advent. Tað er stilt uttandura. Onkur hendinga bilur fer framvið, og nakrar stjórnir síggjast á luftini. 

Tað er hugtakandi at nema náttarfriðin og kenna, at tað valdar friður innan í einum sjálvum. Eitt slag av nøgdsemi við tilveruna. Takksamur, at mær untist ta gleði at kenna eina fjøld av fólki, ið vilja menniskjum alt gott.

Gleðin kemur altíð uttanífrá. Hon verður borin okkum av øðrum. Gleðin, ið hevur uppruna innan í mær sjálvum, ber ikki í longdini. Sjálvgleðin føðir ongan andaliga og ger, sum tíðin líður, okkum fátækari við atliti at sannari gleði. 

Vitjaði í vikuni saman við skrivstovuni Herbergið í Tórshavn. Eldsálir, ið skapa virðir og innihald í lívi teirra, ið fingu ein øðrvísi gerandisdag. Eitt megnar arbeiði, ið tey ikki tosa nógv um. Vit, ið búgva í grannalagnum, síggja partar av arbeiðinum. Dag um dag og allar dagar í árinum. Vit takka Harranum fyri hesi tænandi fólkini og undrast á, hvaðani áræðið, styrkin og hugurin koma. 

Vitjanin gav okkum svarið. Hugtikin og gripin av Jesusi. Settur í frælsi og hjálptur til likams og sálar. At vera møttur av Jesusi, móttikin og góðtikin. At nema Guðs náði, ið skapar av nýggjum og føðir til livandi vónar. At kenna Guðs kærleika, ið ger alt nýtt. 

Sum royndur prædikumaður, ið at kalla einans hevur virkað við boðan og andaligari tænastu, var tað læruríkt og talandi at møta teimum, ið tæna Harranum í verkligari tænastu menniskjum til signingar. Gleðin var eyðsýnd eisini teirra millum, ið fingu náðir at njóta verk teirra tænandi. 

Áhugavert at hoyra um tann veldiga veruleikan, at Harrin Jesus kann fría menniskju frá øllum hugsandi bindingum og seta okkum í frælsi. Vit kenna leiðaran Martin Kúrberg, ið saman við konuni fór í hesa tænastu. Vit kenna onnur andlit, ið dagliga virka í tænastuni. Felags fyri øll eru tey virðir, ið Jesus gav og gevur tí einstaka. 

Møttur av Guði og góðtikin sum tú ert. Øllum er góðskrivað Guðs náði av kontu frelsarans, hann, ið ongan rekur burtur við tómum hondum og grøðir ein sundurbrotnan anda. Ein endurnýggjandi og frígerandi staðfesting, at fyrigeving syndanna altíð er størri enn fallið og misgerðin. 

Tað gjørdi mær gott at hoyra vitnisburðin hjá einum yngri manni, ið hevði nomið Guðs góðsku og átti gleðina í Jesusi. Ikki tað slagi av gleði, ið er skjót eftir seg. Ein dýrt keypt gleði, ið Jesus hevur vunnið við síni sáttargerð, tá hann legði lunnar undir frelsu manna við sínum egna lívi sum veðhald. 

Tað var júst hesa vitjanina á Herberginum mær tørvaði, og vit vóru væl móttikin og fagnað. Í vanligari kirkjuligari fyrisiting, sum í mangar mátar líkist aðrari fyrisiting, kann tað vera skjótt at missa sambandið við tað veruliga lívið. 

Tað er vandamikið at sæta sær sjálvum á teimum ovaru rókunum og gloyma tey, ið veruliga bera dagsins verk í andans tænastu. Tað er lætt at gloyma, hvørjum tú ert settur at stjórna og tæna. Skjótt at gloyma tey, ið eiga at njóta gott av verki handa vára. Vit eru øll ætlað at vera til hvør fyri annan.

Tað var eisini ein úr Frelsunnarherinum, ið uggaði meg eftir ágang í miðlunum, einaferð støða teirra, ið vóru niðarlaga á sosiala stiganum, varð umtalað. Vit, ið skriva og tosa í almenna rúminum, mega geva øðrum sama møguleika og sama frælsi. So stutt er tað! 

Tó, viðmerkingin kendist hatsk og gekk eftir manninum heldur enn sakini. Fekk at vita, at eg skuldi fara til arbeiðis og ikki einans gera meg góðan og heilagan við øllum mínum orðum. Hóast tað er sjáldan, at tað rínur við, nívdu orðini eina veika løtu. Ætlanin var als ikki óbeinleiðis at rósa mær sjálvum við góðari umtalu av øðrum. 

Úti á alfaravegi kom eitt vitni til mín og segði endurgivið í mínum egnu orðum: “Tak tær ikki tykni av neiligum viðmerkingum. Tú ert skiparin á brúnni, og skiparin á einum stórum skipi skal einans í stakførum koma niður á dekki. Hann skal hava álit á stýrimanninum og gera sítt arbeiði uppi á brúnni og skapa liviligar umstøður hjá fólkinum á dekkinum.”

Fekk dirvi av nýggjum at halda kósina og vísa á tað góða og umtala tað vakra. Fekk dirvi at prædika Jesus stóran og dýrabaran. Jesus er fólkinum ein frelsari, og hann er fullríkur fyri øll tey, ið ákalla heilaga navn hansara við bøn um hjálp og miskunn.

Jesus er ein frelsari, og hansara virðir eru kærleiki og trúfesti, náði og sannleiki, nærvera og umsorgan. Nakað av hesum eigur at eyðkenna okkum, ið tæna Harranum í orðum og verki.

Hin sanna gleðin er at finna í Jesusi. Amen!

Orðið: “Men tá ið teir sóu stjørnuna, vórðu teir heilt avbera glaðir.” (Matteus 2,10).

Gleðilig jól!

Jógvan Fríðriksson, bispur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo