Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Listarmaðurin Heiðrikur á Heygum setir í heyst kós móti Ruslandi, og á ferð síni móti Moskva spælir hann til konsert á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, leygardagin 14. oktober kl. 21.

Heiðrikur hevur nógvar streingir at spæla á sum listarmaður, og í sambandi við útgávuna av fløguni Funeral, var hann av Faroese Music Award 2017 kosin som ársins sangari. Við Funeral setir hann orð á sínar upplivingar frá LGBT umhvørvinum í Føroyum, og tekur lurtaran við á eina ferð inn í eina jazz- og fólkatónleikaliga verð a la Berlin í 1930-40unum, ið - umframt at vera konfronterandi - eisini er bæði sorgblíð og skemtilig.

Við síðuna av koncertvirkseminum í summar, hevur tann virkni listarmaðurin eisini gjørt nýtt tilfar, sum verður framført á koncertini í Keypmannahavn, har fylgispælið verður við klaveri og gittara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo