Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Greiningarstovan CIES Football Observatory heldur at Erling Braut Haaland er heimsins virðismiklasti fótbóltsleikari.

Greiningarstovan hevur javnan metingar av virðinum á fótbóltsleikarum, og í yvirlitinum í dag, so er Manchester City-framherjin Erling Braut Haaland virðismettur til 245,1 milliónir evrur. Í føroyskum krónum verður tað umleið 1,8 milliardir krónur.

Hetta er einar 50 milliónir evrur meira enn næst mest metti leikarin - Real Madrid-stjørnan Vinicus Junior. Hann er mettur til 196,3 milliónir evrur, ein hálv millión evrur meira enn Bukayo Sako, Arsenal, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo