Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú er aftur rok um hvat er sagt -  og ikki sagt - um tað, sum kemur undir heitið "virðisgrundarlag".

Fyri at sleppa undan misskiljingum tá fólk úttala seg um virðisgrundarlag, so verða vit noydd - sjálvt um tað ikki er so væl dámt - at gera eins og Luther: Býta lívið upp í tvey regimentir.

Luther býtti lívið sundur í Guds regimentið og menniskja regimentið - Guds lógir og menniskja lógir; ella Guds vald og menniskja vald.

Hettar uppbýtið er tó broytt gjøgnum tíðirnar.

Tá vit í dag snakka um tey tvey regimentini, so tosa vit um lívið oman fyri nalvan og lívið niðan fyri nalvan.

Lívið oman fyri nalvan er tað verðsliga regimentið. Her galda "landsins lógir". 

Lívið niðan fyri nalvan er Guds regimentið. Her galda Guds lógir.

Tá ein persónur sigur at hann tekur undir við virðisgrundarlagnum hjá einum ávísum fólkið, politiskum flokki, osfr. og ikki tilskilar at hann bara tekur undir við øðrum regimentinum, so er tað upplagt at viðkomandi tekur undir við øllum virðisgrundarlagnum.

Verður ein persónur, sum hevur sagt seg taka undir við virðisgrundarlagnum hjá einum ávísum politiskum flokki - men bara tekur undir við virðisgrundarlagnum niðan fyri nalvan - lagdur undir at taka undir við ymiskum virðum oman fyri nalvan, sum hann als ikki tekur undir við, so eigur viðkomandi persónur at taka í egnan barm og greiða frá at hann ikki hevur verið nóg greiður við sínum úttalilsið.

Tí eiga allir journalistar, útvarps- og sjónvarpsvertir osfr., hvørja ferð hugtøk sum "virðisgrundarlag", "etisk virðir", "kristin virðir"osfr., verða havd á lofti at fáa greiðu á um talan er um "virðir" galdandi fyri alt lívið, lívið niðan fyri nalvan ella lívið oman fyri nalvan.

Okkara dugnaligi uttanríkisráðharri er eitt gott dømi um ruguleikan sum stends av ikki at skilja ímillum tey tvey regimentini.

Uttanríkisráðharrin sigur at virðisgrundarlagið hjá republikanska flokkinum í USA, samsvarar væl við virðisgrundarlagið hjá samgonguni.

Eg dugi ikki at síggja at heilsu- og sosialpolitikkurin hjá samgonguni hevur nakað við amerikonsk virðir at gera.

Men tá virðir, sum heilsu- og sosialpolitikkur snúgva seg um lívið oman fyri nalvan og virðir sum fosturtøka og homogifta snúgva seg um lívið niðanfyri nalvan - ja, so kemur fløkja í.

Tí tá ið uttanríkisráðharrin tosar um virðir, so hugsar hann (næstan) altíð um regimentið niðan fyri nalvan - Guds regimenti.

Kristoffur D. Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo