Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Navnframi sjónvarpsverturin Jeremy Clarkson er aftur í andglettinum, eftir at ein luttakari í kappingini "Who Wants To Be A Millionaire" ikki tordi at svara uppá, hvussu havið kring Føroyar eitur.

Luttakarin í heita stólinum var Cardiff tannlæknin Segun Olujide. Hann hevði longu vunnið 16.000 pund og kundi tvífalda vinningin, um hann bara kundi svara spurninginum um havið kring Føroyar rætt. Spælið er soleiðis, at til ber at fáa hjálp frá áskoðarum, vinfólki og eisini vertinum sjálvum.

Tað var tá tannlæknin valdi triðja møguleikan, at hann spældi sær av við møguleikan at tvífalda vinningin, men heldur valdi at melda pass og fara heim við sínum 16.000 pundum. Tí hjálpin sum Jeremy Clarkson kom við var óbrúkilig.

Fleiri halda enntá, at talan var um avtalað spæl, sum eitt nú miðlarnir BNN, Bristolpost og Virginradio skriva.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo