Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Útbygging av Vága Floghavn er neyðug og fíggingin kann eins og við seinastu útbygging á flogvøllinum, fáast úr Íleggingargunninum.

Tá sitandi landsstýrið tók við, settu vit okkum fyri at yvirtaka Íleggingargrunnin.

Brævið um yvirtøkuna hevur ligið sera leingi í Fíggjarmálaráðnum.

Tó hevur løgmaður allatíðina ynskt at gera munnliga avtalu við danska forsetisráðharran fyrst.

Enn er einki hent. Eg meti, at málið hevur skund nú.

Ferðafólkatalið á flogvøllinum er hækkað munandi aftur og útbyggingar eru átrokandi.

Víðkan av terminali, støðupláss til flogfør, flogbreyt og hangarviðurskiftini áttu at verið raðfest.

Íleggingargrunnurin var settur á stovn til at fíggja infrastuktur í Føroyum og tað er júst har stórur tørvur er á útbygging á fløgvøllinum.

Danir hava valt at rinda fyri flogvallarútbyggingar í Grønlandi. Tað er ikki tað vit biðja um. 

Vit ynskja at yvirtaka ein grunn, sum vit frammanundan hava valdið á.

Um aldarskiftið yvirtóku vit Realin og Fíggingargrunnin. Tveir grunnar, sum høvdu til endamáls ávikavist at fíggja skip og at umsita ognarlutin í BankNordik.

Frammanundin var tað landsstýrið, sum valdi nevndirnar og hevði tí veruliga ræði.

Tað er sama støða við Íleggingargrunninum.

Tað er landsstýrið, sum velur nevndina og hevur valdið.

Men formelt er grunnurin grundfestur í Fólkatingslóg.

Júst sum við Realinum og Fíggingargrunninum, eiga vit at kunna yvirtaka Íleggingargrunnin.

Hetta hevur skund.

Jørgen Niclasen, tingmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo