Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Halló stevnugestir og halló allir nólsoyingar,

Eg eri ikki sørt errin og stoltur, nú eg standi her og havi fingið heiðurin at halda røðu og seta Ovastevnuna í ár.

Tá eg fekk áheitan frá stevnunevndini, at seta stevnuna, so bæð eg um umhugsunartíð. Eg haldi ikki, at tað er bara, bara. Ovastevna er næstan heilag fyri meg og flestu nólsoyingar, og ikki bara ein vanlig bygdarstevna. Hon er, eg vil næstan siga, tjóðarhátíð okkara í Nólsoy.

Tað er í dag, hetta vikuskifti at vit og Nólsoyggin eru miðdepilin í Føroyum. Tað er í dag, at allir vegir føra til Nólsoyar. Hetta vikuskifti seta vit dagsordanina. Eg haldi meg vita, at vit eru fleiri sum gleða okkum líka nógv, um ikki meira til Ovastevnu enn til ólavsøku. Einki jag, bara hyg. Sjálvur gangi eg í einum gleðisrúsi alla stevnuna.

Tað heila byrjaði fyri 29 árum síðani, og hevði tað ikki veri fyri koronu-farsóttina, so hevði hetta verið stevna nr. 30. Tað byrjaði í smáum, og tað vóru mest nólsoyingar sum búðu aðrastaðni sum komu á stevnu, men skjótt vaks gestatali - okkurt gjørdi og gera vit rætt í Nólsoy.

Í meðan hinar siðbundnu bygdarstevnurnar hava tað tørført, serliga í kapping við allar tónleika festivalarnar, so livur Ovastevnan sítt góða og sunna lív. Okkurt árið, tá veðrið ordiliga hevur spælt við, so hava ein 5000 fólk vitja oynna - og fólkatali í oynni er hækkað við einum 2000 %. Ovastevnan er blivin eitt gott brand hjá okkum, og sum tit síggja, so liggur eitt belgisks seglskip og flaggar yvir topp á Molanum “We are here for the festival” segði ein av manningini. So Ovastevnuhugnin er farin út um landoddanar.

Stevnan byrjaði sum eitt átak at samla pengar til svimjihyl í Nólsoy, sum Ove hevði lovað børnunum. Her er skjótt frá tanka til handling. Um onkur fær eitt gott hugskot, so situr man ikki og bølir á tí, ella setur seg í ring og diskutera í eina óendaligheit. Her verður handlað - tí um ein góð idé, verður verandi ein idé, so er tað ikki ein góð idé

Ovastevnan er ein øtuliga góð idé …. Men at samla pengar saman til svimjihylin var størri munnbiti, enn man hevði givið sær fær um. Stuðulsnevndin brendi orduliga fyri stevnuni og svimjihylinum, men eftir gott 20 stevnur uttan íhald, komi tey til tað niðurstøðu, at tað, at uppfylla ynskið hjá Ova, varð ein ov stórur biti. Tey boðaðu tí frá, at tey ikki fóru at skipa fyri Ovastevnu framyvir.

Tey fóru nú at arbeiða við at byggja eitt savn fyri Ova Joensen og at tann peningur sum var samlaður saman, fór har ístaðin. Tey valdu at taka eitt time out - eitt leikbrá. Tey í stuðulsnevndini vóru kanska brend út, men sum ein skilagóð vinkona hjá mær einaferð segði: er tað ikki nógv betur at brenna út, enn ongantíð at brenna? Jú, um tú spyr meg.

Á páskum í ár var hátíðarhald, tá økið, har savnið skal standa, var liðugt planerað. Tað hava verið nakrar avbjóðingar í byrjanini, sum nú eru fingnar av vegnum. Um alt gongur væl frá nú av, so stendur Ovasavnið liðugt á Ovastevnu næsta ár. Ein skilagóð avgerð hjá stuðulsnevndni.

Fortreytirnar hjá nólsoyarbørnum eru eisini broyttar síðani stuðulsnevndin fyri svimjihylin sá dagsins ljós. Tá var Nólsoy ein sjálvstøðug kommuna, men síðani hevur Tórshavn valt at leggja saman við Nólsoy og Tórshavnar Kommuna hevði ein svimjihyl inn í hjúnabandið. Harvið er ynskið hjá Ova, um at børn í kommununi skuldi fáa ein svimjihyl er uppfylt.

Tá stuðulsnevndin valdi at taka leikbrá frá stevnuni, var Ovastevnan langsíðani í okkara genum – og vorðin eitt brand – bæði fyri okkum og sjálva oynna. Nólsoyingar vildu rætt og slætt ikki vera stevnuna fyri uttan. Stevnuna, har hugni, vertskapur og samvera er í hásæti, og ein, zwei , drei, so var nýggj stevnunevnd sett.

Aðalmálið hjá Ovastevnuni broyttist eisini við hesum. Frá at snúgva seg um at samla pengar - til at skapa karmar til maksimalan familju – og bygdahugna. Fíggjarliga skal Ovastevnan bara hvíla í sær sjálvum, og tí skulu so nógv tiltøk sum møguligt vera ókeypis. Tó hevur hon okkurt árið – av misgávum - givið eitt lítið yvirskot, sum so er brúkt til ymisk vælgerandi endamál í Nólsoy.

Tað var ikki bara stuðulsnevndin og tey sum nú sita í stevnunevndini sum eiga heiðurin av Ovastevnuni. Flest allir nólsoyingar hjálpa til, við einari ella fleiri, størri ella minnum uppgávum. Summar síggjast, aðrar ikki, men allar líka umráðandi. Alt er sjálvboðið – stikk denn!

Summi hava nógvar hattar á stevnuni, frá at gera tjaldið klárt, selja og servera mat og øl, rudda keiøkið og vaska wc, taka ímóti svimjarum og regattabátum, selja atgongumerki, vakt og eg kundi blivið við. Uttan hesi, var eingin stevna.

Tað er undrunarvert, ja faktiskt, heilt undrunarvert, at ein bygd uppá 224 fólk, ár eftir ár, nú í heili 30 ár hevur megnað hetta. Hetta er kanska sum humlebiin. Hon eigur ikki at kunna flúgva við so lítlum veingjum sum hon hevur, men hon veit ikki betri, so hon flýgur bara allíkavæl.

Hetta er ikki bara ein lítil stevna, har eitt tjald verður sett upp, so eitt sindur av ølsølu. Nei, her eru veruliga nógv fjølbroytt tiltøk, alt frá svimjing tik tónleiki, frá morgundypp til sjónleik.

Men tað er eitt tiltak, sum eg vil draga eitt sindur meira fram enn hini. Nevniliga kabarettin. Hon hevur verið framførd øll árini, óavbrotið og sum tann einasta í Føroyum, fantastiska flott.

Tað hava hinar stevnurnar ikki megna og tað var saknur í, at eingin ólavsøkukabarett var í ár.

Men havnafólk stúrið ikki: eins og tit høvdu svimjihylin við inn í hjúnarbandið, so hava vit nólsoyingar kabarettina.

Bara at hava eina kabarett á Ovastevnu, er ikki nokk fyri teir nólsoyingar, sum hava hug at standa á eini palli og framføra leiklist.

Nei - so í fjør var ein nýggjur sangleikur eisini settur upp. Ein sangleikur um Kongsdótturina í Korndali, sum netupp er á skrá í ár.

So eg eri farin at hugsa: Hvat verður tað næsta, sum nólsoyingar fara at framføra? Eina opera ella ballett kanska? Ha? Tað hevði verið sjón fyri gudar. Kunna tit ímynda tykkum Snæbjørn, Aksel, Hilmar, Gunnvør, Nicolaj, Rebekku ella Ullu, Torben kanska? í girafftrussum og dansa ballett – Eg má smílast við tankan.

Vónandi kemur Ovastevna, kabarettin og øll hini tiltøkini at vera í alla framtíð. Tað skula nógv sjálvboðin til, men tað eru nógvir góðir nólsoyar-patriotar, sum brenna fyri stevnuni, oynni, bygdini og fólkinum sum her býr, so man tað ikki fara at vera. Kanska onkur brennur eitt sindur út við tíðini, men tá er helst fest í hjá øðrum.

Ovastevnan hevur stóran týdning fyri nólsoyingar og hon hevur tíbetur eisini stóran týdning fyri tykkum stevnugestir, sum vit frøðast um at síggja aftur, ár um ár.

Tað sæst ein endi á summarinum og mánadagin byrja skúlarnir og gerandisdagurin fyri tey flestu aftur.

Men góðu stevnugestir – í dag eru karmarnir til reiðar:

Komið saman við okkum og haldi eina góða og siðiliga stevnu, har familjuhugni, vertskapur og samvera er í hásæti. So binda vit øll eina flotta sloyfu fyri summarið.

Eg haldi tað er hóskandi at sitera tvær reglur úr tí framúrskarandi sangleikinum um Kongsdótturina. Um tit ikki hava sæð hann, so far.

«Tit gleðist um lívið, tí livast tað skal.

Áðrenn vit gruna, skulu vit siga farvæl.

Við hesum orðum seti eg Ovastevnu 2023

Góða stevnu øll somul.

Karlot Hergeirsson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo