Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sámal Erik Hentze ætlar sær øll trý stigini móti Norðurmakedónia - Mynd: Bjarni Enghamar

Sámal Erik Hentze ætlar sær øll trý stigini móti Norðurmakedónia - Mynd: Bjarni Enghamar

Sámal Erik Hentze ætlar sær øll trý stigini móti Norðurmakedónia - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Føroysk fótbóltssøga verður skrivað, tá U21-landsliðið fer á vøllin við Djúpumýru í Klaksvík hósdagin 7. oktober klokkan 14:00.

Síðan Føroyar fóru undir at taka lut í EM-undankappingum fyri U21-landslið, hevur liðið spælt sínar heimadystir í Havn ella á Toftum. Men hósdagin verður heimavøllurin í Klaksvík.

Mótstøðuliðið hesaferð er Norðurmakedónia, sum Føroyar eisini vóru í bólki saman við í seinastu EM-undankapping. Men sjálvt um norðurmakedónar vunnu báðar dystirnar móti Føroyum í síðstu kapping – annan stórt – so hevur venjarin, Sámal Erik Hentze góðar vónir til komandi dyst, og eingin ivi skal vera um, at føroyska liðið fer eftir sigrinum hósdagin.

– Vit vita, at Norðurmakedónia hevur eitt sterkt U21-landslið, og ta skulu vit hava virðing fyri. Men okkara lið hevur eisini nógvar dygdir, so vit fara á vøllin fyri at vinna, eingin ivi um tað, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Norðurmakedónia hevur spælt tveir dystir í EM-undankappingini higartil. Í fyrra dystinum taptu teir 3-0 á útivølli móti Fraklandi, meðan tann seinni, sum var á heimavølli móti Serbia, endaði við málleysum javnleiki.

Føroyska liðið hevur spælt tríggjar dystir higartil, og úrtøkan hevur verið ein sigur, 2-0 á Svangaskarði móti Armenia, ein javnleikur, 1-1 á Ovara vølli móti Fraklandi, og eitt 2-0 tap, sum kom á útivølli móti armenum.

Atgongumerki til U21-landsdystin millum Føroyar og Norðurmakedónia fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin er 95 krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo