BirkBlogg: Hanna fegnaðist um, at hon sum landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum kundi vera við til at virka fyri eini semju um, at Føroyar nú halda sín fyrsta almenna Holocaust-minningardag.
Uppskot til samtyktar, frá Jógvani á Lakjuni, um at seta í gildi í Føroyum 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp varð samtykt við hesi samtyktarorðing, sum eitt samt løgting tók undir við:
"Dagurin eigur at verða ein námsfrøðiligur minningardagur, sum skal hava til endamáls at stimbra søguliga og etiska vitan um fólkadráp, og skal somuleiðis kunna um tey viðurskifti, ið hótta fólkaræðið og elva til slíkar ræðuleikar".
Her er øll røðan hjá Honnu Jensen: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo