Frítt Val Føroyar: Nýtt føroyskt filmsbrot á sosialum miðlum brýtur tøgnina um abort.
Hesa vikuna er Femifagnaður, og í tí sambandi leggur Frítt Val í samstarvi við Amnesty Føroyar og Kvinnufelagið í Havn enn einaferð eitt filmsbrot út á sosialar miðlar. Brotið eitur "Vit hava tikið abort" og er eitt samklipp av føroyskum kvinnum, sum í felag stíga fram og siga “Eg havi tikið abort”. Um átakið verður skrivað:
“Alt ov leingi hava abortir verið tagdar burtur í føroyska samfelagnum. Hetta hóast abortir altíð hava og altíð fara at verða framdar. Nú bróta vit tøgnina og taka ræðið á egnum upplivingum. Við uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg hevur tað ongantíð áður verið týdningarmiklari at standa saman um kropsliga sjálvsavgerðarrættin. Abortir eru vanligar - eisini í Føroyum.”
Hevur ein hug at luttaka í næsta umfari av átakinum, ber til at seta seg í samband við Frítt Val á sosialu miðlunum ella senda eitt filmsbrot beinleiðis til Frítt Val á frittvalfo(at)gmail.com.
Næsta umfarið av átakinum kemur út á Kvinnudegnum, nú fríggjadagin 8. mars.
Leinkja til filmsbrotið: “vit hava tikið abort”: https://www.instagram.com/p/C4GFA-xsqKQ/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo