Skúlablaðið: Nú móðurmálsdagurin stundar til, hevur Føroyar lesa sett sær fyri at hyggja nærri at lesivanunum hjá føroyingum. Lesivanar kunnu geva eina ábending um, á hvørjum máli føroyingum dámar at lesa, og til hendan spurningin hava tey flestu svarað, at teimum dámar best at lesa á føroyskum. Næst eftir føroyskt, dámar føroyingum at lesa á donskum og síðani á enskum, skrivar Skúlablaðið.
Tað er at gleðast um, at føroyingar raðfesta at lesa á móðurmálinum. Men hvat lesa føroyingar so?
Út av 21 svarmøguleikum vóru krimibøkurnar tann stóri vinnarin við 43 prosentum av svarunum. Næst eftir krimibøkurnar, koma skaldsøgur sum heild við 35 prosentum og síðani fakbøkur við 31 prosentum.
Títtleikin fyri, hvussu ofta vit lesa, vísti, at heili 38 prosent lesa minni enn eina ferð um vikuna. Og tá vit so seta - ella leggja - okkum at lesa, er tað sum oftast í songina í á leið 30 minuttir í senn. Næstflest hava sofuna sum teirra yndisstað at lesa í, meðan níggju prosent dáma at lesa á vesinum.
500 luttakarar yvir 18 ár hava svarað spurnarkanningini, og tað er spyr.fo, ið hevur staðið fyri kanningini, skrivar Skúlablaðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo