Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mynd: Skúlablaðið

Mynd: Skúlablaðið

Skúlablaðið: Í nýggjastu ársfrágreiðing síni staðfestir formaður Føroya Lærarafelags, at størsta hóttanin móti fólkaskúlanum framvegis er sparingar og tepra játtanin.

- Eftir okkara fatan verður fólkaskúlin ikki raðfestur, hóast allir politikarar í valstríðnum søgdu seg vilja raðfesta fólkaskúlan hægri. Vit hava fingið at vita frá Mentamálaráðnum, at hóast játtanin fyri 2016 í fyrsta umfari kann tykjast sum ein hækking, so verður einki eyka rásarúm. Tímarnir, sum koma afturat, er ein tími afturat til alisfrøði í  9. flokki. Sambært semjuni frá 4. mars í ár verður akkerslæraraskipan sett í verk at vegleiða og stuðla nýútbúnum lærarum sum fyrstu ferð eru í starvi. Aðrar batar fáa vit ikki eyga á, sigur Herálvur Jacobsen.

Í játtanarkørmunum, sum vóru almannakunngjørdir 31. mars í ár, eru ongar ábendingar um, at fólkaskúlin fær hægri játtan framyvir, heldur tvørturímóti, og í Búskaparfrágreiðingini frá mars í ár stendur, at raksturin er framskrivaður innan hesi øki í 2017, m.a. fólkaskúlan, og at arbeitt verður áhaldandi við at tálma útreiðsluvøksturin við umskipanum og øðrum tillagingum í rakstrinum, serliga innan hesi øki: m.a. fólkaskúlan.

- Økta játtanin til fólkaskúlan fer stórtsæð til framskrivingar av lønum og til øktar pensjónsútreiðslur. Landsstýriskvinnan hevur sagt, at tá ið avlop er á fíggjarlógini, verður fólkaskúlin raðfestur hægri; við øðrum orðum eru lang útlit.

- Avleiðingarnar eru eitt støðugt trýst úr Mentamálaráðnum á lærarar at undirvísa meira, meðan tíðin til uppgávur tengdar at undirvísingini minkar. Heldur einki pláss er til átøk og menning, og skúlaleiðslurnar hava ikki rásarúm at fara undir spennandi ætlanir og nýhugsan.

- Avleiðingarnar eru eisini, at eftirútbúgving framvegis ikki verður raðfest nóg høgt, hóast tað tørvurin er stórur, eitt nú á nýggjum kt-vørðum umframt dagføring av verandi kt-vørðum. Eftir øllum at døma fer Mentamálaráðið at bjóða lærarum, sum hava nomið sær læraraútbúgving uttanlands, skeið í føroyskum; alt gott um tað, tí tað er lógarásett, at lærarar sum hava nomið sær útbúgving uttanlands, skulu hava lokið prógv í føroyskum fyri at fáa fast starv í fólkaskúlanum, men tað er sera óheppið, at tað ikki eisini er pláss fyri øðrum eftirútbúgvingum. Sum skilst verður bíðað við meiri eftirútbúgving, til støddfrøðivegleiðararnir eru lidnir við útbúgvingina.

- Eg kann bara undrast á, at samstundis sum tað verður tosað um, hvussu neyðugt tað er at talgilda fólkaskúlan og flyta seg inn í talgilda heimin, so verður ein útbúgving av kt-vørðum ikki sett í gongd.

Í fíggjarlógini fyri 2016, sum varð samtykt undan ársskiftinum, er játtanin til fólkaskúlan hækkað til góðar 304 mió. kr., skrivar Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo