Ein av mongu fyrimununum hjá hinum ríka er, at hann hevur ráð at ganga fátæksliga ílatin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

- Og vit renna og íðka ítrótt og lyfta vektir og eta gularøtur. Men tygum settu eplir niður og hoyggjaðu, vaskaðu og turkaðu fisk, savnaðu leysull, karðaðu og spunnu. Og hespurnar hingu sum perlur á snóri.

- Tygum bundu og seymaðu klæðini til húskið og kendu nøgdsemi í avrikunum og í tí tygum vóru fyri familjuna, segði Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini, í heilsu til Jóhonnu Jacobsen á 100 ára degnum.

Góða Johanna.

Hjartaliga tillukku við hundrað ára degnum. Hevði ein varhuga av, at eg skuldi siga nøkur orð í sambandi við ein hundrað ára føðingardag, har eg ikki kendi føðingardagsbarnið. Eg eri jú ikki so gomul, at eg kenni hundrað ára gomul fólk, hugsaði eg.

Men kløkk bleiv eg og stuttligari var tað tá at finna útav, at vit báðar kendust. Eg sum sparikassafólk og tygum sum hugnaligt viðskiftafólk, sum umframt bankaørindini hevði stundir at práta og fortelja um mangt og hvat, og serliga um tað, sum snúði seg um familjuna.

Tað var í tí tíðini, tá fólk gingu í banka og høvdu hug at práta.

Minnist søgurnar um túrarnar til Skotlands, har tygum skuldu arbeiða á café hjá dóttrini og var tað ikki frítt, at eg øvundaði tygum. Bara soleiðis at sleppa til Skotlands á hvørjum sumri , helt eg vera eitt gott skifti í gerandisdegnum og eina sera góða pensionistatilveru.

Men hetta er so øgiliga langt síðani – ja, eini tredivu ár síðani, at tygum blivu pensionist.

Og nú sita tygum her so flott sum hundrað!

Tá eg hoyri tygara lívssøgu, haldi eg, at hon vísir eitt so stórt áræði, og haldi eg tað vera hetta áræðið, eins og lívsgleði og familjukærleiki, sum helst er loyndardómurin við góðum og drúgvum ellisárum.

Tygum fóru fyrst til Havnar, siðani vóru boð eftir tygum at hjálpa sjúku systrini í suðri, síðani giftust tygum og fingu børn. Aftaná at hava mist mannin sum bert 53 ára gomul og við seks børnum, og seinni eisini ommudóttrina, fullu tygum ikki í fátt, men flutti norðurumaftur til Havnar, har tygum arbeiddu og stríddist til lívsins uppihald.

Tað var sum heimahjálp, at tygum møttu Jens Arna, sum bleiv seinni maður tygara.

--

Eg rokni eisini við, at tað er tað róliga sinnið, sum eg kenni gjøgnum dóttrina Evitu, og sum eg rokni við eisini hevur myndað tygum og tygara verumáta. Evita var køksdama í sparikassanum í nógv ár. Hjá Evitu var einki problem, alt var bara í lagi – um hon skuldi gera døgurða til tjúgu, ella til hundrað og tjúgu ella til trýhundrað og tjúgu. Tað segði alt tað sama, - einki koppaði hana av pinninum, tað var eingin munur á Evitu.

Haldi ikki, at eg havi sæð hana uppøsta ella óða og rokni við, at hon hevur arvað hetta sinnalagið frá tygum og at tað er hetta, sum er seinni loyndardómurin.

Vit vilja øll verða hundrað og vit renna og íðka ítrótt og lyfta vektir og eta gularøtur.

Tygum settu eplir niður og hoyggjaðu, vaskaðu og turkaðu fisk, savnaðu leysull, karðaðu og spunnu. Og hespurnar hingu sum perlur á snóri. Tygum bundu og seymaðu klæðini til húskið og kendu nøgdsemi í avrikunum og í tí tygum vóru fyri familjuna.

Nú eru tygum hundrað ár, og hava óivað gjøgnumlivað størstu broytingar nakrantíð. Frá barnaárunum á Sandi fyrst í nítjandu øld og til dagin í dag, er ein ferð, sum ikki kann røðast um í stuttum. Fyri tygum má broytingin tykjast ógvuslig, eins og vit øll kunnu spyrja, um tað gekk ov skjótt, tí okkum dáma sera væl at líta afturá og minnast og dvølja við gomlu løturnar, tá viðurskiftini helst vóru meira í samsvari, - tíð, gerningur, sál og sinni.

Góða Jóhanna. Vegna meg sjálva og vegna Tórshavnar kommunu vil eg ynskja tygum so hjartaliga tillukku við stóra degnum, blíðan byrð og Harrans signing, segði Bergun Kass at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo