Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Hóast fyrivarni skulu takast fyri at samanbera gongdina í føroyska og danska brúkaraprístalinum, so vísir tað seg nú, at miðalvøksturin í føroyska og danska brúrkaraprístalinum hevur verið tann sami í 2022.

Sambært Hagstovu Føroya var miðal vøksturin í føroyska brúkaraprístalinum 7,7% í 2022. Hetta er sami vøkstur sum í Danmark. Sambært Danmarks Statistik var miðal vøksturin í danska brúkaraprís­tali­num eisini 7,7% í 2022[1].

Samanberingin av føroyska og danska brúkaraprístalinum skal tó takast við fyrivarni. Føroyska brúkaraprístalið verður gjørt upp kvartárliga, meðan danska brúkaraprístalið verður gjørt upp mánaðar­liga. Harumframt er grundarlagið fyri uppgerðini av føroyska brúkaraprístalinum ikki heilt tað sama, sum Danmark og hini ES-londini brúka.

Í nýggjastu frágreiðing sínari um føroyska búskapin frá 9. januar í ár, skrivar Danmarks Nationalbank soleiðis: “Samanbering av føroysku prísgongdini við gongdina hjá øðrum londum er ikki heilt gjøgnumskygd (samanberilig), tí vekstirnar í brúkarakurvini í Føroyum ikki verða dagførdar leypandi. Vektirnar eru grundaðar á eina brúkarakanning frá 2007, so at útroknaða inflasjónin verður roknað eftir, at nýtslumynstrið hjá føroyingum ikki er broytt síðan tá. Eftirsum at fólk vanliga broyta nýtsla í mun til vørur, ið gerast lutfalsliga bíligari, merkja fastar vektir, at inflasjónin sannlíkt er mett í ovara lagi. Var sama grundarlag nýtt í Danmark, hevði inflasjónin í 3. ársfjórðingi í 2022 verið eitt gott prosent hægri.”    

Tað er eisini vert at viðmerkja, at vøksturin í orkuprísunum hevur verið væl lægri í Føroyum enn í Danmark og londunum niðri í Evropa, har gongdin í gassprísunum hevur havt stóra ávirkan á orkuprísirnar í 2022. Føroyingar brúka so at siga ikki gass. Í 3. ársfjórðingi í 2022 stóð orkuprísvøksturin fyri 2,5% av føroysku inflasjónini og 3,4% av føroysku inflasjónini[2].

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo