Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Formansrøðan hjá Beinir Johannesen og landsfundinum hjá Fólkaflokkinum í gjár:

Góðu fundarfólk, góðu fólkafloksfólk.

Síðani vit hittust seinast til landsfund, hevur løgtingsval verið. Eg ynski at byrja røðu mína við at nýta høvið til enn einaferð at takka tykkum mongu, ið tóku eitt tak fyri flokkin: Valevnini, valfeløgini, starvsnevndin, floksleiðslan og mongu eldsálirnar kring landið. Uttan tykkara stóra tak, ja, so vóru vit ikki her, vit eru í dag. Hjartaliga takk enn einaferð!

Eftir valið, tá alt var gjørt upp, endaðu vit í andstøðu. Tað er ikki ein hugalig støða, men tað er ein leiklutur, vit taka á okkum í fullum álvara. Vit hava frá fyrsta degi ynskt, at vit sum flokkur og sum partur av andstøðuni arbeiða konstruktivt í øllum málum. At vit síggja loysnir heldur enn forðingar. Tað ræður ikki bara um hjá okkum at vinna samgonguni neisir, men meiri um hvussu vit, ið umboða Fólkaflokkin á tingi, kunnu umboða okkara politikk á bestan hátt. Tað er og fer altíð at vera okkara aðalmál. Landinum og fólkinum at frama.

Tá eg skal taka samanum seinasta árið og seta orð á, hvat tað er, ið hevur eyðmerkt tíðina, so rennur eitt orð mær til hugs: Óvissa. Tí tað er eingin loyna, at seinastu dagarnir, vikurnar, mánaðirnir, ja, seinastu tvey árini hava verið merkt av óvissu. Av ótta og stúran. Kríggj er framvegis í Ukraina, og fyri stuttum brast eitt kríggj á aftrat, hesaferð í Ísrael. Inflatiónin tykist ongan enda hava, og prísirnir halda fram við at vaksa. Rentan er fleirfaldað, og tað merkist veruliga hjá teimum, ið hava sett føtur undir egið borð. Barnafamiljur stríðast við at fáa endarnar at røkka saman. 

Bara síðstu vikurnar eru fleiri sett út í óvissu og stúran. Hesa vikuna vóru fleiri uppsagnir í Kringvarpinum, og í síðstu viku vórðu 140 fólk uppsøgd á virkinum hjá Bakkafrosti á Glyvrum. Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava verið í longum og drúgvum verkfalli, ið hevur ávirkað okkara heilsuverk. Havnarstongsilin hevur ikki bara ávirkað tænastuvinnuna, men avgerðin hevur kostað arbeiðspláss kring landið. Í farnu viku tók landsstýrið avgerð um at fara undir samráðingar um nýggja fiskiveiðiavtalu við Russland. Hetta kemur aftaná mánaðarlangt drál, har tey, ið hava sítt livibreyð í Barentshavinum, hava ivast, um grundarlag var fyri teirra arbeiðsplássi. 

Hyggja vit nærri at hesum óvissum, eg havi nevnt, kann staðfestast, at tær flestu eru politiskt skaptar. Ábyrgdarleysa lyftið um lønarlyft til ávísar fakbólkar hevur skapt órógv á arbeiðsmarknaðinum, og tað kemur at trýsta útreiðsluvøksturin enn meira. Lyftið um styttri arbeiðsviku er næst á listanum, hóast samgongan hvørki kennir kostnaðin ella avleiðingarnar av ætlanini.

Nýggi tøkugjaldsstigin, sum samgongan samtykti, hevur ikki bara elvt til stóra óvissu í alivinnuni, men hann hevur fingið stórar avleiðingar fyri nógvar familjur. Ein tøkugjaldsstigi, har toppskatturin hjá vinnuni fýrfaldaðist. Ein stigi, ið hevur gjørt kappingarførið hjá vinnuni verri, køvt íløguhugin og tikið grundarlagið undan meirvirkaðum vørum. Hóast óteljandi ávaringar, so valdi samgongan at halda fast, men segði í sama viðfangi, at tey skuldu fara at hyggja upp á tað aftur. Hetta var í mai mánaði. Í dag, seks mánaðir seinni, síggja vit avleiðingarnar: Starvsfólk eru send til hús, men landsstýrið er framvegis ikki komið við einum boði upp á, hvussu hetta kann rættast upp.

Heldur enn at koma við loysnum, letur samgongan atgerðarloysi og óvissu valda.

Tá havnarstongsilin skuldi setast í verk, ávaraðu vit staðiliga ímóti avleiðingunum. Heldur enn at raka Russland, so fór hetta at raka Føroyar,  føroyskar kommunur og fyritøkur. Og tað er sjón fyri søgn. Umskipanirnar, ið fóru fram í føroyskum havnum, fara nú fram á opnum havi. Tænasturnar, ið fyrr vórðu keyptar frá føroyskum veitarum, verða nú keyptar frá norskum, donskum og øðrum veitarum. Frá at hava ynskt russar í havn, so betri eftirlit kundi havast við teirra fiskiskapi, ja, so hava vit nú onki eftirlit yvirhøvur. 

Landsstýrið hevur lagt skattaumlegging fyri løgtingið. Skattaumlegging er rætta orðið, tí samstundis, sum givið verður við einari hondini, verður kravt innaftur við hinari. Tað er gott, at skattastigin verður broyttur, tí tað er tað so sanniliga tørvur á, men tó eru viðurskifti, ið venda skeivt. Skattaumleggingin verður fíggjað við hægri oljuavgjøldum – sonevndum “grønum avgjøldum". Hetta merkist serliga hjá teimum lágløntu. Teimum, ið frammanundan ikki hava ráð til at vera við í grøna orkuskiftinum. Teirra gerandisdagur gerst uppaftur dýrari, og lættin verður etin upp av “grønum avgjøldum”. Landsstýrið sigur, at tey seta eitt sonevnt “orkuískoyti" í verk, har fólk kunnu søkja um at fáa fíggjarligt ískoyti, um hækkandi oljuavgjaldið rakar ov meint. Altso – tú gevur borgarunum minni fíggjarligt frælsi, men mælir teimum til at fáa ískoyti frá landinum ístaðin.

Toppskatturin skal lækkast úr 800.000 kr. niður á 600.000 kr. Tað merkir, at tað í dag eru nærum 1 av 20, ið rinda toppskatt, meðan tað í 2025 verður nærri 5. hvør. Næstan 5. hvør lønmóttakari fer at gjalda umleið 55% í skatti og gjøldum av síðst tjentu krónu. Landsstýrið sigur, at skattaumleggingin skal økja arbeiðshugin, men hvussu ger man tað, tá 5. hvør skal til at gjalda umleið 55% í skatti og gjøldum? Tað er ikki eggjandi. 

Skattaumleggingin skal eisini fíggjast við, at treytirnar hjá sjófólki okkara gerast alsamt verri. Sjómannafrádrátturin skal niðurlaðast, meðan uttanlandsfrádrátturin verður avtikin yvir ávíst áramál. 

Tað er gleðiligt, at ríkisveitingin verður lækkað, og at ætlanin er at yvirtaka fleiri málsøkir. Fólkaflokkurin hevur stuðlað samgonguni í hesum málum, tí tað er rætta leiðin fyri land okkara. Tó, so er tað ikki ein gongd leið, vit síggja nú, tá tosað verður um eitt sjálvstøðugt land við sjálvberandi búskapi.

Heldur enn at styrkja um kappingarførið hjá vinnuni, so versnar tað. Heldur enn at vaksa um búskapin, so verður minkað um hann. Alt meðan útreiðslurnar spola avstað. Hesi viðurskifti mugu fáast upp á pláss, um vit skulu megna at gerast meiri sjálvstøðug.

-

Nei, ikki var kenslan serliga hugalig, tá eg skuldi seta orð á, hvat hevur merkt seinasta árið, men meðan eg hugsaði um døkku og myrku skýggini, sum hanga yvir okkara samfelagi, dagaði ein glotti undan: Hvat halda sandoyingar um framtíðina?

Dagurin í dag er ein merkisdagur. Ein søguligur dagur. Hetta er seinasti landsfundurin av mongum góðum, gevandi og eldhugaðum fundum, har fundarfólk norðanfjørðs skulu sigla um fjørðin. Hetta er seinasti fundurin, har Teistin ger av, nær fundarfólkið fer til húsa aftur. Allarhelst eisini seinasti túrurin við Teistanum um Skopunarfjørð hjá fleiri okkara.

Longu nú er fast ímillum oyggjarnar, men um nakrar vikur verður tað koyrandi av Viðareiði og heilt suður til Dals. Úr Sørvági til Skopunar. Av Hellunum til Húsavíkar. Av Selatrað til Skarvanesar. Úr Saksun til Søltuvíkar.

Um nakrar vikur verður Sandoyggin ein samanrunnin partur av meginøkinum. Tað sæst og merkist á øllum brøgdum. Stykkjað verður út. Fólka flyta til. Vinnan ger íløgur. Jú, sanniliga er framtíðin ljós fyri oynna. Fyri sandoyingar. Ja, fyri allar føroyingar, ið fara at njóta gott av nýggja veruleikanum. Fyri fáum árum síðani hómaðist eingin glotti, men Sandoyartunnilin ber boð um, at vit sum flokkur og sum politikarar kunnu vera við til at birta undir og slóða fyri.

At vit kunnu taka vónina frá fólki – ella birta í fólkinum eina vón um betri og ljósari framtíð.

Vit hava sum flokkur og tingfólk fingið ta ábyrgd og tann framíhjárætt at vera við til at seta kós, men um henda ábyrgd og hesin rættur ikki verða handfarin  við nærlagni og virðing, so kunnu vit sum politikarar skjótt vera við til at skapa vónloysi og óvissu ístaðin. Tað er sjón fyri søgn. 

Er tað løgið, at fólk og vinna bera ótta fyri framtíðini? Nei, tað er væl skiljandi – men kunnu vit gera nakað við tað?

Ja.

Fólkaflokkurin vil koma við loysnum. Heldur enn at sita hendur í favn, meðan atgerðarloysi valdar, og avgerðir ikki verða tiknar, so vilja vit koma við okkara boðum og birta vón fyri okkara tjóð.

Heldur enn tøkugjaldsstigan, ið samgongan setti í verk, mæla vit til ein leist við hægri partafelagsskatti. Vit meta tann leistin vera tann besta, har alivinnan aftur fær kappingarføri, íløguhug og møguleikar at meirvirka vørur.

Tá havnarstongsilin skuldi setast í verk, mæltu vit til at styrkja eftirlitið við russiskum fiskiskipum, so vit høvdu betri tak á, hvat veruliga verður fiskað, og vit eru framvegis sannførd um hesa loysn. 

Vit bóðu saman við hinum flokkunum í andstøðu um at vera við í avgerðini, tá støða skuldi takast um fiskiveiðiavtaluna við Russland. Vit vórðu kallað inn, og tað endaði við, at meiriluti av løgtinginum tók undir við at fara til samráðingar. Tað fegnast vit um.

Í undanfarnu samgongu samtyktu vit nýggja fiskivinnulóggávu, ið tryggjar støðugar karmar fyri vinnuna, og hava vit sæð nógvar nýíløgur síðani tá.

Vit ynskja at halda fast í hesum kørmum og hava tí lagt uppskot fram um, at verandi loyvisskipan heldur fram. Nú hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at samgongan er samd við okkum. Tað er at fegnast um. 

Fíggingin av skattaumleggingini er ikki tann rætta. Tað kann ikki vera rætt, at hvørja ferð nakað skal fíggjast, so skal rokningin sendast út til borgaran og vinnuna. Tey eru longu díkt undir í skatti og gjøldum og ikki minst øktari inflatión og rentuhækkingum. Henda gongd kann ikki halda fram. Tað er ikki sunt fyri okkara búskap, at ein so stórur partur av arbeiðsfjøldini skal gjalda umleið 55% í skatti og gjøldum. Eisini mugu vit framhaldandi vísa virðing fyri okkara fiskimonnum og útisiglarum og hava skipanir, ið gera tað møguligt at búgva í Føroyum og arbeiða á sjónum og uttanlands. 

Vit eiga heldur at taka fatur á útreiðslusíðuni. Útreiðslurnar hjá tí almenna vaksa skjótari enn inntøkurnar. Tað er ikki ein gongd leið. Tí mugu vit at gera neyðugar broytingar í almennu skipanunum. Vit mugu tálma útreiðslununum. Vit mugu hyggja at uppgávunum, tað almenna fremur. Vit kunnu byrja við spurninginum: eigur uppgávan at verða framd av tí almenna? Ella hóskar hon seg betri hjá tí privata? Vit eru sannførd um, at nógv er at koma eftir, heldur enn at leggja fleiri byrðar á borgaran og vinnuna. 

Vit vilja hava eina skattaskipan, har tað loysir seg hjá øllum at taka eitt eyka tak. Har fólk tíma at arbeiða. Har fólk eru fíggjarlig fræls, so tey ráa yvir so nógvum av sínum pengum sum gjørligt. Vit vilja, at skattastigin verður javnaður, so hann fylgir lønarvøkstrinum.

At familjurnar hava torført við at fáa endarnar at røkka saman, havi eg nevnt. Vit ynskja at koma við loysnum til familjuna. Vit hava skotið upp, at barnafrádrátturin skal hækkast. Vit hava skotið upp, at hámarksgjaldið í barsilsskipanini, ið hevur verið óbroytt síðan 2004, hækkar við 3.000 kr. um mánaðin – sum er 36.000 kr. um árið – so familjur í størri mun ikki hava fíggjarligan miss av at fara í barnsburðarfarloyvi. Vit hava lagt uppskot fram, har pengarnir fylgja barninum, so familjan fær størri frælsi at skipa sín gerandisdag. Vit vilja beina óvissur burtur hjá familjuni, og gera tær frælsari.

Skulu vit sum tjóð taka fleiri stig móti at verða sjálvstøðug, mugu vit vaksa um okkara búskap – vaksa um køkuna. Ikki gera hana minni.

Fyri at vera ein fræls tjóð, mugu vit hava frælst fólk og vinnulív. 

Eitt fólk, ið hevur frælsi yvir egnum viðurskiftum, herundir sínum pengum. 

Eitt vinnulív, ið hevur frælsi at skapa vøkstur, geva avkast og gera íløgur. Tað er grundarlagið undir einum sjálvberandi búskapi.

-

Tá ein situr í andstøðu, er altíð lætt at finnast at. Men tað er okkara skylda sum fólkavald at vísa á loysnir. Tað skylda vit eisini tykkum.

Tað krevur poltiskt handverk. Tað krevur semjur. Tað krevur, at vit stinga út í kortið og seta eina kós fyri samfelagið. Eina kós, ið skapar vón, og beinir óvissuna til viks. 

Vit hava gjørt tað fyrr. Um nakrar vikur verður tað koyrandi til Sandoynna – men tunniilin kom ikki av sær sjálvum. Politiska skipanin stóð saman. Politiska skipanin vildi birta vón, heldur enn at skapa vónloysi og óvissu.

Nú eru tíðirnar aftur truplar, men vit hava ein gyltan møguleika.

Velja vit vónloysi? Ella velja vit vón?

Jú, sanniliga er neyðugt við Fólkaflokkinum.

Takk fyri, at tit lýddu á, og framhaldandi góðan landsfund.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo