Týskvøldið, 17. desember, kl. 19.30 verður árliga vónar-gudstænastan í Vesturkirkjuni.
Gudstænastan er ætlað at geva íblástur og at birta vón til øll, sum ynskja eina stilla løtu í Guds húsi, ella sum hava tungt at bera.
Henda gudstænastan hevur verið í nøkur ár beint undan jólum.
Vit hoyra eina andakt og syngja jólasálmar. Eisini verður altargongd og høvi at skriva bøn og at tendra ljós.
Kirkjukaffi verður aftaná og hugni í kirkjukjallaranum.
Eisini kann ein fáa eitt prát við ein av prestunum.
Prestarnir, tengdir at Vesturkirkjuni, taka allir lut.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Prestarnir
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo