40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Undan jólum eru nógv, sum kenna til sorg og sakn. Og at syrgja og at sakna gera vit, men er nøkur troyst og nøkur hjálp at heinta?

Tað er gott at syrgja, men tað er betur at syrgja við vón.

Aftur í ár bjóðar Vesturkirkjan til kvøldgudstænastu beint undan jólum, 21. desember, stytsta dag.

Vit syngja kendar jólasálmar, og vit sita í kvirru.

Høvi verður at skriva tankar niður ella eina bøn, sum prestur biður fyri. Eisini er høvi at tendra eitt ljós í ljóskúluni.

Andakt og altargongd verða.

Prestarnir í Vesturkirkjuni, Heri, Derhard og Bergur taka lut.

Kirkjukaffi verður aftaná.

Øll eru hjartaliga vælkomin! 

Prestarnir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo