Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Prestarnir: Longsta dag, 21. desember, verður árliga vónargudstænastan í Vesturkirkjuni.

Vit gleðast um ljósið vinnur á myrkrinum, og at tað er vón.

Høvi verður at vera saman, sita í kvirru og leggja alt yvir á hann, sum tekur ímóti øllum, og sum vil bera byrðarnar saman við okkum.

Hetta er 9. ferð, at prestarnir í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi bjóða til ein løtu, har fólk kunnu syngja kendar jólasálmar, hoyra eitt orð, trendra eitt ljós og minnast tey, ið farin eru.

Sverri Steinhólm, nýsetti diakonpresturin, hevur eina andakt, og Martin Joensen syngur og spælir nakrar av sálmum sínum.

Høvi verður at skriva eina bøn, sum prestarnir biðja fyri. Eisini er høvi at fáa eitt prát og forbøn eftir gudstænastuni.

Kirkjukaffi verður í kjallaranum aftaná.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo