Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hon sat við tí nýfødda í føvninginum. Ein valdandi friður, og gleðin floymdi út í rúmið. Løtan var mettað, tí ein nýggjur skapningur sá dagsins ljós. Løtan var heilag, nú lívsins dýra undur kagaði fram í einum ókendum heimi.

Gleðin var stór, tí lívið er dýrabærari enn alt annað. Umstøðurnar vóru góðar og avmarkaðu stúranina fyri ókendari framtíð. Tað var nóg mikið av vælferð til tess at tryggja barninum ein góðan uppvøkstur.

Gleðin, vónin og vakrir dreymar í forbøn um innihaldsríka framtíð sóust í eygunum á mammuni.

Nakrar vikur framman undan var støðan á føðideildini øðrvísi hjá eini aðrari mammu. Hon kíndi barni sínum um andlitið og streyk tí eftir hárinum. Ein lítil hvít kista, og tað vakra barnið var lívleyst.

Nýføðingurin megnaði ikki at yvirliva. Løtan var mettað, tí lívsins dýrabæri burður hevði notið alla ta vælveru og umsorgan, ið foreldrini kundu geva barninum.

Gleðin, vónin og allir teir vøkru dreymarnir fyri barninum sóust í eygunum á mammuni. Tað gekk ikki eftir ætlan. Dreymurin gjørdist ikki veruleiki, og tó skalaði veruleikin ikki dreymin. Dreymurin var ein partur av veruleikanum.

Móðurkærleikin og faðirsins stilla hjávera staðfestu, at lívið í vónini, í dreyminum og hjartanum fór altíð at liva, ja, var teirra førningur ávegis fram í lívið. Tey sóu framtíðina í kærleika og vildu ongantíð gloyma gleðina um barnið. Gleðin at vera foreldur. Og tey góvu barninum navn, ið skuldi nevnast ríkar dagar og føðingardagin.

Ymiskar og skiftandi løtur á sama staði undir tryggum umstøðum. Starvsfólkini gera sítt allar besta, bæði í gleði og sorg, í látri og gráti, í ró og angist. Tann fakliga og virðiliga medferðin, virðingin fyri lívinum og deyðanum.

Fyri mær er talan um nakað heilagt. Tað er trúgvin á lívsins Guð, skapara himins og jarðar, ið ger umstøðurnar heilagar gerandis og á markinum millum lív og deyða.

Tað er henda kenslan, ið kallar til nærveru, meðan lívið er. Nærvera, meðan vit bíða eftir lívinum, ið kemur.

Lívið so vakurt og ríkt – tað annars er – kann vera ein avbjóðing, størri enn vit mangan geva gætur. 

Fyri eini fjórðingsøld síðan umrøddu vit hugleiðandi í almenna rúminum um lívið, fólk og fæ og náttúru.

Trúgvin kann viðhvørt vera í iva um mangt og hvat, og rákið rekur bæði við og ímóti. Men, trúgvin á skapara himins og jarðar er klettaføst. Hon er komin til mín og er vorðin ein partur av mær sjálvum.

Sannføringin um upphavið í Guði gevur hvíld og frið við tað, ið er og kemur. So eru vit í hondum Guðs, tá ið tað gongur væl. So eru vit í hondum Guðs, hóast tárini renna, og vónin er brostin. Tárakeldan við uppkomu úr Guðs elskandi hjarta, skapar vón onkursvegna og onkustaðni. Djúpt innaní okkum!

Trúgvin á Jesus Krist er ein Guðs gáva, ið er komin til mín. Mær varð givin ein ljós og lívsjáttandi trúgv.

Sigi ikki, at soleiðis eigur tað at vera hjá øllum menniskjum. Men, hetta er mín trúgv, og hon hevur borið ígjøgnum skiftandi forløg á lívsleiðini.

Vandin er at trúgva á sína egnu trúgv og gera hana til eitt krav mótvegis øðrum. Tað er so skjótt at snáva, og føllini eru sjónsk á leiðini. Men Jesus Kristus heldur og ber, eisini tá ið vit snáva og falla.

Hvíldin í Guði ber allan vegin og heim í Guðs ríki. Hvíldin, ið vit sjálv skapa, strekkir sjáldan langt.

Hesar ljósu og góðu dagarnar hava vit verið signað við nógvari vitjan, – arbeiðið, familja og kenningar.

Eisini fremmand fólk við øðrum etniskum uppruna møttu mær í verkligum ørindum. Eisini tey eru skapað í Guðs mynd. Sum kristin eru vit kallað at umboða lívsins Harra mótvegis kendum sum ókendum. Jesus, ið ongan rekur frá sær.

Presturin í Vestmannaoyggjunum gjørdist seinni biskupur Íslands. Hann greiddi mær frá stóra eldgosinum í sekstiárunum, ið kundi gjørt enda á oynni, um ikki vindurin og veðurlíkindini vóru til vildar.

Júst hetta var bjargingin hjá fólkinum, tí tey sluppu av oynni í øllum góðum. Tey leitaðu í kirkjuna, bóðu um hjálp og bjarging og vórðu bønhoyrd.

Tá ið hann saman við fólkinum flutti út aftur í Oyggjarnar, sá hann sum tað fyrsta ein livandi vøkstur, ið rann upp úr oyðimørkini av lava og øsku. Hetta gjørdist ein andakt, nakað at hugsa um.

Hóast tilveran tykist rapla saman, kunnu vit av nýggjum verða reist á føtur, hóast prísurin fyri ta miseydnaða er høgur.

Hann, Jesus Kristus, er við okkum, tá ið vit koma úr móðurlívi og inn í henda heimin. Hann er við okkum á lívsleiðini og signar ferðina út úr heiminum og inn í ævinleikan. Í Harrans hondum, annaðhvørt vit liva ella doyggja. Amen.

Orðið: “Tín útgang og inngang skal Harrin varða nú og um allar ævir.” (Sálmur 121,8).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo