Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hin kristna vónin tekur jørðina í álvara og gagnar lívinum.

At vera borin av vónini er ein tilvera, ið sprettur úr tí jørðildi, har lívsins kelduvað og Guðs Andi skapa vøkstur og gróðrarlíkindi.

Hin kristna vónin er ikki í ætt við dagdvølju ella dreymar.

Talan er ikki um at flýggja frá veruleikanum og skúgva til viks tað, ið tyngir ella tykist ómøguligt.

Hon er ankrað í boðskapinum um Jesus og tí fyrijáttan, sum í Ísraels søgu er staðfest sum lyfti, ið gingu út.

Hon lýtir fram til dagin, tá ið Guðs ríki endaliga verður staðfest sum ein fullkomin staður. 

Vónarinnar kirkja lítur ikki einans at umhvørvinum, sum kirkjan er ein partur av og skal tulka boðskapin inn í.

Kirkjan skal eyðvitað kenna tað tímiliga og andaliga landslagið, men hon skal fremst av øllum kenna tann bíbilska tekstin, ið er hennara grundvøllur. 

Í dag eru tær kristnu kirkjurnar í okkara parti av heiminum undir trýsti, tí trúvirðið er skalað.

Ein kirkja, ið avmarkar tað radikala kallið at fylgja í fótasporum Jesu og velur politiska ella filosofiska tíðarandan, missir fótafestið.

Kristnin kann gerast eitt hent amboð hjá teimum, ið hava maktina ella ynskja valdið. 

Vit vóna, at kirkjan og kristnin bøtir um trúvirðið við at stimbra menniskju, seta tey í frælsi og veita lívsmót.

Vit vóna, at kirkjan økir um gleði og lívsinnihald í trúnni á Jesus Krist.

Vit vóna, at kristnin í sínum arbeiði fram ímóti sosialum rættvísi og mannsømiligum korum varðveitir grundstøðið í tí evangeliska tekstinum um Jesus.

Ein kirkja, ið ætlar at stjórna samfelagnum, er heppin, um hon gagnar tilveruni.

Um kirkjan hevur ov stórt vald, verður tað altíð onkur, ið kennir kirkjuna óunniliga og kalda.

Kirkjan skal ikki valda og gerast ein myndugleiki, sum óbeinleiðis stjórnar samfelagnum.

Eitt rættvíst samfelag er valla til, um vit hugsa um javnbjóðis sosialar umstøður, rættindi og møguleikar. 

Heimssøgan hevur prógvað, at kirkjan viðhvørt var fólkinum til miklan ampa.

Vit kunnu hugsa um støðu teirra littu í Amerika ella Suðurafrika og teirra stríði fyri javnbjóðis rættindum.

Tað er óhugnaligt at hugsa, at kirkjur vórðu bygdar, har einans fólk við hvítum húðarliti høvdu atgongd. 

Eitt annað dømi er støðan hjá jødunum í Evropa rundan um seinna heimsbardaga.

Partar av kirkjuni gingu saman við teimum ráðandi til miklan trega og kvøl fyri minnilutar og etniskar bólkar.

Kirkjan gjørdist eitt hent amboð í hondunum hjá teimum, ið høvdu valdi og ráddu fyri borgum. Hon seldi sína sál.

Valla er støðan hjá kirkjum og samkomum í Føroyum uttan lýtir.

Trúgvin kann gerast ein máttmikil depil og eitt stýrandi amboð í verðsligum málum, um trúgvandi taka seg saman og ynskja at fremja politisk mál. 

Tað er rættiliga ivasamt og valla rætt, at kirkjan við biskupi á odda og aðrar samkomur verða kallaðar til hoyringar, tá ið Løgtingið smíðar verðsligar lógir t. d. lógirnar um hjúnalag og ættleiðing.

Samfelagið er fyri øll, – ikki einans útvald vegna trúgv, kyn ella áskoðan. 

Tað eru løtur, tá ið ivin spyr, um myndugleikin, ið mær var givin í embætinum sum biskupur, var umsitin samsvarandi kallinum.

Serliga verður hugsað um orðini, atferð og atburð.

Ikki samfelagið, men kirkjan er málsøkið hjá embætisfólkum kirkjunnar. 

Kristnin hevur ikki altíð nýtt høviskan málburð, tá ið etisk mál vórðu viðgjørd.

Ei heldur hava vit umtalað hvør annan virðiliga.

Ja, onkuntíð tóku við orðini “kristin trúgvandi” hvør frá øðrum og peikaðu niðureftir. 

Um kirkjan ikki heldur seg til sítt málsøki, missir hon trúvirði.

Kirkjunnar myndugleiki er andaliga boðandi og ikki verðsliga fremjandi.

Kirkjan skal vera tænandi, ikki ráðandi.

Kirkjan skal birta ljós og ikki sløkkja rakið, ið rýkur. 

Kirkjan nemur sannleikan og sítt sanna virði, um hon í verki verður drivin av vónini í trúgv og kærleika.

Vónin um Kristi kongadømi skapar endurloysing Guðs barna á jørðini og við Jesu afturkomu á himmalsins skýggjum.

Tann dagin verða allar kirkjur avtiknar samstundis, tí kirkjan er einans í tíðarbilinum millum Kristi himmalsferð og afturkomu hansara.

 Tann innara drívmegin hjá kirkjuni er vónin, ið tulkar søguna um tað lovaða landið. Vónin hvílir í lyftunum og evangeliinum um Jesus.

Tann vónandi kirkjan skapar batar á jørðini.

Samstundis hvílir hon í lyftinum um ríkið, sum endaliga verður staðfest í Guðs tíma við veraldar enda, tað æviga ríkið í dýrd og fagnaði.

Vónarinnar kirkja boðar tey gleðiboð, at hvørt tár verður turkað á andliti teirra, ið gráta, hóast tey nú gráta sáran.

Tey, ið syrgja, verða troystað, hóast sorgin í dag tekur orkuna.

Tey svangu verða mettað, hóast gerandisdagurin er hungur og hall. Inntil tann dag skulu vit arbeiða og dugna tilveruni á jørðini.

Um vit tilbiðja Jesus í anda og sannleika, krýnir Andi Guðs verki.

Einans soleiðis er kirkjan kirkja og hevur ein møguleika.

Amen. 

Orðið: “Tí at í vónini eru vit vorðin frelst…” (Rómverjabrævið 8,24).

Gleðiliga hvítusunnu! 

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo