Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Voxbotn og Ungdómsdeildin hjá Eik hava aftur í ár gjørt samstarvsavtalu, ið inniber, at Ungdómsdeildin hjá Eik verður ein av stuðlunum hjá konserttiltakinum Voxbotn, sum verður leygardagin 24. juni 2017.

Sum altíð, er málið hjá Voxbotn at geva ungum sum eldri góðan tónleik, undirhald og eina heildaruppliving í 12 tímar út í eitt niðri í Vágsbotni. Í løtuni verður arbeitt við at fáa tær síðstu avtalurnar upp á pláss við stóru nøvnini, sum skulu spæla á Voxbotn 2017.

- At fáa tær stóru stjørnurnar til Føroyar í bestu spælitíð kostar nógv, og tí eru vit sera fegin um, at Ungdómsdeildin hjá Eik aftur í ár stuðlar Voxbotn. Uttan henda stuðul hevði illa borið til at skipa fyri tiltakinum á hendan hátt, sigur Rúni Djurhuus, ein av fyriskiparunum.

Konsertiltakið Voxbotn hevur undanfarin ár eydnast somikið væl, at útselt hevur verið øll árini, síðani tiltakið var hildið fyri fyrstu ferð í 2012. Seinast varð útselt fleiri vikur, áðrenn Voxbotn byrjaði.

Eik hevur verið stuðul hjá Voxbotn øll árini, og á Ungdómsdeildin hjá Eik fegnast tey eisini um samstarvsavtaluna við Voxbotn.

- Vit eru sera fegin um aftur í ár at hava gjørt avtalu við Voxbotn. Tiltakið er væl fyriskipað, og hóskar sera væl til okkara kundabólk. Í sambandi við, at avtalan er undirskrivað, fara vit at hava onkra jólakapping á okkara Facebook síðu ”Ungdómsdeildin Eik”, har møguleiki verður at vinna nøkur atgongumerkir til Voxbotn, sigur Eva Brekkstein, leiðari fyri Ungdómsdeildina hjá Eik.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo