Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyri nøkrum árum síðani var ein faldari borin í hvørt hús, har eg og onnur navngivin fólk vórðu niðrandi umrødd.

Tí havi eg einki ímóti. Talufrælsi skal vera vítt. Problemið var, at eingin fekk at vita, hvør hevði skrivað faldaran og rindað fyri at bera hann út.

Onkur brúkti altso rættiliga nógvar pengar til at karaktermyrða m.a. meg – men viðkomandi hevði ikki mansmót til at standa við tað, hann gjørdi.

Tað einasta eg visti var, at Posta hevði borið faldaran út. Eg kravdi tí at fáa at vita frá teimum, hvør hevði bílagt uppgávuna og rindað fyri hana. Eg gjørdi greitt, at søgdu tey mær ikki tað, legði eg ábyrgdina á tey. Tey forvunnu jú pengar uppá, at okkurt hím av einum menniskja sat í einum skímaskoti og steinaði eftir fólki, sum stóðu úti í ljósinum. Almenna partafelagið tjenti pengar uppá dirvisloysið hjá onkrum klodda.

Eftir togan aftur og fram var endin, at eg fekk navnið á eini útlendskari fyritøku og eitt útlendskt telefonnummar. Og skjótt fann eg útav, at maðurin, sum hevði rindað fyri svansið, var Búi Tyril.

Búi helt uppá, at hann ikki hevði skrivað faldaran. Men tá eg spurdi hvør so hevði gjørt tað, vildi hann ikki svara.

Eg greiddi honum frá, at í einum rættarsamfelag kann ábyrgdin ikki hvørva. At hvítvaska stolnar pengar er líka ringt sum at stjala teir. At selja stolnar vørur er líka ringt sum at stjala vørurnar. Búi tók seg betaltan fyri at syrgja fyri, at ein onkur, sum ikki tordi at standa við tað, hann segði, kortini fekk sagt tað. Uttan Búa kom boðskapurin ikki út – og tí var ábyrgdin hansara.

Posta ásannaði, at tey ikki kundu vera við til slíkt. Sama dag gjørdu tey av, at tey einki tílíkt bera út uttan so, at navn stendur undir.

Búi hótti við at stevna meg fyri at siga, at lortaspannin var hansara. Tað gjørdi hann ikki, tíverri. Tí eg giti, at hann hevði tapt.

VP
Nú er tað bara VP, sum loyvir fólki dulnevnt at leggja eftir øðrum.

Í gjár var ein grein um meg – og endamálið var greitt: Karaktermorð. Boðini vóru, at Sjúrður er fíggindi Føroya, Sjúrður er danskur ørindadrongur, Sjúrður er tann føroyski Putin. Eingin grundgeving, bara kalling. Enn ein roynd at grugga og køva kjakið um ta búskaparligu og politisku avbjóðing, sum samstarvið við Russland er.

Greinin var platt og býtt og illa skrivað. Stóð navn undir, hevði eg ikki svarað. So hesin stubbin er ikki svar til deyduna, sum skrivaði, men til VP, sum javnan hýsir slíkum.

Sakin er, at tað leggur seg tætt upp at ærumeiðing at samanbera fólk við Putin í hesum døgum.

Tað geri eg einki við – men hvør hevði havt ábyrgdina, um eg gjørdi? Hvørvur ábyrgdin av orðunum, tá tey standa á VP uttan navn undir?

Nei.

Tá leiðslan á VP letur fólk brúka síðuna til dulnevnt at kunna leggja eftir øðrum, so má tað, sum verður sagt, lesast sum orðini hjá leiðsluni. Stevnur onkur fyri ærumeiðing, er tað leiðslan, sum stendur til svars. Tí tað er hon sum ger, at eitrið kann verða sprænt út í samfelagið. Hon er í somu støðu sum Búi Tyril var í á sinni.

VP hýsir einum podcasti, ið fyri almennar pengar viðgerð journalistiskar grundreglur. Samstundis at tjena pengar uppá at hýsa dulnevndum álopum á navngivnar persónar, hongur illa saman.

VP burdi gjørt, sum bløðini gjørdu fyri mongum árum síðani, og sum Posta gjørdi seinni. VP burdi strika dulvend lesarabrøv.

Tað sømir seg ikki fyri ein fjølmiðil at vera verji teirra feiku.

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo