Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Nú ætlanir eru um at seta ferðafólki treytir, sum ætla sær í land í Mykinesi, er vorðið alt meira týðuligt, at hetta er ein stórur biti hjá nógvum at slúka

Tað einasta, sum vit ikki kunnu gera, tað er onki at gera.

Støðan í Mykinesi er ikki nóg góð um sumrarnar, tá sera nógv ferðafólk viðhvørt eru í oynni.

Um ferðafólkini órógva fuglin meira enn eitt nú tyrlan man tó vera ein stórur spurningur.

Og um somu ferðafólk dálka meira og fara verri við náttúruni, enn mykinesfólk og teir nógvu føroyingarnir, sum regluliga brúka oynna uttan at búgva har, sjálvi gera, man vera ein minst líka stórur spurningur.

Men vit noyðast at broyta okkara serføroyska 'lat-standa-til' hugburð og gera tað, sum verður væntað av okkum, ikki minst av útlendsku ferðfólkunum sjálvum.

- Ongin 'smartgeisur' úr Havn skal koma her og fortelja føroyingum, at vit ikki longur kunnu ganga í Mykinesi ella aðrastaðni sum vit vilja, hevur onkur sagt í kjakinum á sosialu miðlunum, eftir at avgerðin hjá hagastýrunum í Mykinesi gjørdist almenn. Eisini hevur verið róð framundir, at hesi fólk, nógv av teimum búgva als ikki í oynni, gera hetta fyri egnan vinning og í berari spekulatión.

Um leisturin skal vera júst akkurát tann, sum hagastýrið ætlar, kann altíð kjakast um.

Men tað sum eigur at standa greitt fyri øllum er, at okkurt slag av reglum eigur at koma nú, og ongantíð betur enn um tað eisini inniber, at tey sum varða av oynni og jørðini har byrja at fáa nakað burturúr. Tí sum nú er verða stór virði forerað burtur ókeypis, og tað er ikki í lagi. Tað einasta, vit ikki kunnu gera, er onki at gera.

Tað løtu, tú tekur pengar fyri eina uppliving sum hesa, ber eisini til at seta teimum treytir, sum forvinna peningin. Eitt nú treytir um, at alt verður gjørt á einum burðardyggum grundarlagi.

Mykines hevur so stórar menningarmøguleikar, at bæði ítøkiligu ætlanirnar um gistingarhús og summarhús kunnu gerast veruleiki. Nógv arbeiðspláss kunnu skapast, eins og lesandi og lærdir háskúlar úr allari verðini fara at standa í bíðirøð og bjóða seg fram at vera við í spennandi verkætlanum og gransking av sjaldsama fyribrigdinum, sum fuglalívið í Mykinesi er.

Men tað krevst at vit tola avmarkingar og at inntøkur verða skaptar.

Stutta videobrotið ovast er úr statinum Victoria í Avstralia, har framvísing av pingvinum er ein stór vinna, hóast tað er dýrt at sleppa framat at síggja, og hóast sera strangar avmarkingar frá myndugleikum og teimum vinnurekandi.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo