Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað hevur í seinastuni verið nakað av ágangi á Visit Faroe Islands, stovnin sum er settur í verðina at menna Føroyar sum ferðamannaland. Onkursvegna eru tey fáu, dugnaligu starvsfólkini sum arbeiða har og stovnurin annars blivin eitt slag av eksponenti fyri øllum tí minni góða, sum ferðavinnan eisini kann hava við sær. Eitt slag av syndabukki hjá teimum, sum ikki eru nøgd og halda, at framgongdin hjá vinnuni ikki stendur mát við baksíðuna av medaljuni.

Men Visit Faroe Islands ger bara tað, sum Visit Faroe Islands hevur fingið boð um at gera. Frá politikarunum. Somu politikarum, sum stundum í dag hoyrast finnast at stovninum fyri bæði eitt og annað. 

Ein freistast at halda, at teir, politikararnir, høvdu ikki væntað sær slíkan effektivitet, og at tað er komið eitt sindur dátt við hjá teimum, ella onkrum teirra.

Vit halda, at høvdu allir almennir stovnar verið so effektivir sum VFI, so hevði staðið væl til.

Nú uppskot er komið í tingið um at skipa viðurskiftini hjá vinnuni betri er at vóna, at tingviðgerðin fer at koma fram til tað, sum tey flestu kunnu taka undir við. At hon fer at finna størstu felagsmongdina, til frama fyri komandi ættarlið her á landi.

Tí soleiðis sum tað seinastu árini hevur verið, har hvør ger sum honum lystir, hevur ikki verið í ordan. Og tað er teimum mest víðgongdu fyri at takka, at uppskotið í sínum verandi líki kann tykjast summum at fara nakað langt.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo