40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Ein skúli í Føroyum hevur hildið tað verið neyðugt at nágreina millum annað hvørji klædnapløgg eru hóskandi at vera ílætin hjá teimum sum hava sína dagligu gongd í skúlanum.

Okkurt foreldur hevur so, vónandi bara í tankaloysi, funnið fragd í at taka okkurt brot burturúr hesum vælmeintu ráðum og vónandi bara í spølni leggja tað út á sosialar miðlar saman við mynd ella myndum sum púra taka alt út úr proportiónum. Og alt á gosi.

Men álvaratos.

Eru vit ikki komin longur?

Hetta má vera definitiónin uppá ein storm í einum vatnglasi.

Sjálvandi má ein leiðsla, um tað so er á einum stovni, arbeiðsplássi, skúla ella onkra aðrastaðni, hava rætt til at gera vart við, hvussu ein ikki eigur at bera seg at og harundir eisini, hvussu ein ikki eigur at vera ílætin í skúlatíðini.

Men so hevur onkur einstakur grønur politikari, sum eftir øllum at døma ikki heilt hevur funnið fótafestið, sæð sítt høvi til at skora nøkur bílig poeng við at fara upp í kórið. Stilla upp til samrøðu í almenna kringvarpinum, uttan mótspæl, og gera ilt verri. Válka sær og hála alt enn longur niður í díkið.

Kringvarpið rættvísgjørdi sirkusið við at siga, at skúlastjórin var boðin at vera við, men hevði sagt nei takk. Hvør skal siga, so er hon sjálv úti um tað.

Enn einaferð, álvaratos.

Er ongin vaksin til staðar?

Kenni tykkum hógv.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo