Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað er landið hjá Emil og Pippi. Landið hjá Abba og Ericsson. Hjá Volvo og Saab. Og landið hjá Barsebäck og Bofors. Alt tað sum vit onnur í Norðurlondum ikki duga, tað duga tey. Og tá fascineraðir útlendingar vilja seta seg inn í "skandinaviska modellið" so er tað Svøríki sum er stóra fyrimyndin. Til stórt forargilsi hjá fyrst og fremst dønum, kanska. Ikki minst eftir at sjálvt 'gammel dansk' bleiv svenskt.

Og so er tað evnini at halda seg uttanveltað tá heimurin annars er í kríggi. At halda seg uttanfyri og kanska heldur síggja møguleikar (og so bara tosa sum minst um tað og koma víðari tá av er tornað). 

Men Svøríki er eisini landið har politiska korrektheitin hevur tikið heilt nýggjar dimensiónir. Har børnini í summum barnagørðum verða lærd um 'hen' heldur enn 'hon' og 'hann' og har myndugleikarnir langt síðani eru komnir upp í rasshaft av útlendingum sum ikki virða landsins lógir men gera egnar reglur at liva eftir, og har politiið meira at kalla hevur kastað handklæið í ringin í summum býarpørtum í stóru býunum. Har harkalið av tilflytarum siga, hvar skápið skal standa.

Og Svøríki er eisini landið, har talu- og pressufrælsið er undir trýsti, tá verturin í almennum sjónvarpi tekur frástøðu frá orðunum hjá einum politikara sum bara sigur, hvat hann heldur er ein av stóru orsøkunum til trupulleikarnar í landinum. Har stórt spurnartekin kann setast við, hvussu demokratiskt valið er, tá veljarin, við at skula taka atkvøðuseðilin frá ávísum flokki áðrenn hann fer inn at seta krossin, í veruleikanum hevur víst øllum hvat hann ella hon velur.

Og so er Svøríki bastiónin hjá sosialdemokratunum. Neyvan nakrastaðni um okkara leiðir hevur javnaðarhugsjónin verið so altdominerandi sum har. Og er sloppin nærum einsamøll at seta dagssránna uttan at taka atlit til tey sum hugsa øðrvísi. Sosialdemokratarnir hava ikki í 50 ár upplivað at fáa minni enn 30% av atkvøðunum.

Í 1968 fingu sosialdemokratarnir aðru hvørja stemmu, og øll valini til Ríkisdagin síðani og fram til 1998 hava teir fingið yvir 40% við undantaki av 1991 tá undirtøkan kom niður á smá 38%. Men í 2006 byrjaði niðurtúrurin, sum bara hevur staðið við og versnað, av álvara. Tá, í 2006 fingu sosialdemokratarnir 35% av atkvøðunum, og við næsta valið, í 2010, fingu teir 30,7%. Í 2014 var úrslitið 31% og í ár sær út til at endaliga úrslitið fyri fyrstu ferð verður undir 30% og endar um tey 28 prosentini. Púra javnt er ímillum bláu og reyðu síðuna og uttanfyri stendur mótmælisflokkurin Svøríkisdemokratarnir sum fyribils onga ávirkan hevur, men skjótt kann vísa seg at sleppa inn í hitan. Sum tað til dømis hendi í Danmark, har Danski Fólkaflokkurin, eftir at hava verið hildin uttanfyri leingi, bara vaks seg so stóran, at tað slapst ikki uttanum hann. 

Sviar mótmæla. Teir vilja ikki longur vera landið, har tað altíð er lægsti felagsnevnari sum ræður.

Kanska eiga vit onnur bara at takka svium fyri at teir hava víst okkum, hvussu galið tað kann ganga. Tá ein hugsjón verður so einaráðandi og eldhugin at gera øllum tilpassar, sjálvt um tað kostar at egin virði mugu offrast, fer at viga so tungt.

Fast taki teimum kunnu, vit siga. Ella bara takk fyri, at tit hava viljað farið so langt, heilt út har sum tit vóru um at missa tamarhald og fótafestið, fyri síðani at koma aftur á beint.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo