Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Vanliga plagar henda tíðin at verða rópt "agurkutíð" hjá miðlunum, men við øllum teimum nýggju mobilu hentleikunum og møguleikunum, er einki sum eitur "agurkutíð" longur.

Heimurin er fullur í søgum, og møguleikarnir at vitja protalarnar eru so góðir sum ongantíð fyrr.

Tú kanst liggja á eini baðistrond í Turkalandi ella Spania ella Teilandi og fáa alt við sum gongur fyri seg í Føroyum, bert við at hava eina mobila eind hjá tær.

Allir hesir møguleikar hava eisini gjørt, at vitjunartølini ikki eru merkt av at summartíð er.

Fyri nøkrum fáum árum síðani sást greiður munur á, tá ið fólk vóru til arbeiðis og tá ið fólk høvdu frí.

Tann munurin sæst ikki í dag.

Síðsta vika var ein av heilt góðu vikunum hjá VP, við 902,181 sýndum síðum.

So høgt hevur talið ongantíð verið fyrr síðani VP byrjaði tann 12. desember 2007.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo