Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Nú mikudagin 14. september eru tað 70 ár síðani, at ein meiriluti av føroyingum á fólkaatkvøðu tók avgerð um, at Føroyar eiga at verða eitt sjálvstøðugt land.

Danska stjórnin tóktist fyrst at viðurkenna avgerðina hjá Føroya fólki, men kúvendi undarliga nokk nakrar dagar seinni og sendi Løgtingið heim, sum skuldi fremja avgerð føroyinga í verki og harvið ógildaði hon fólkaatkvøðuna eftir donskum tykki.

Mest sum allir føroyingar kenna síðani søguna við heimastýrislóg og hennara status quo skipan millum Føroyar og Danmark.

Á sjeyti ára degnum fyri fólkaatkvøðuna fer VP tískil at spyrja sínar lesarar, um teir eru sinnaðir til at gera tað sama, sum ein meiriluti av teirra ommum og abbum, langommum og langabbum gjørdu henda minniliga dagin, tá ið tey atkvøddu fyri, at Føroyar eiga at verða eitt sjálvstøðugt land.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo