

Einaferð í 2023 verður covid-19 helst tikið av listanum yvir heilsukreppur, sigur aðalstjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, sambært Reuters.
Virusið gjørdist ein alheims fólkaheilsukreppa í januar 2020, og í mars sama ár segði WHO fyri fyrstu ferð at talan var um eina alheimsfarsótt
Stjórin fyri heilsukreppur í WHO, Michael Ryan, segði í mars í ár seg halda at virusið fór at fáa somu støðu sum sesonginfluensa í hesum árinum.
– Eg haldi vit einaferð koma hartil at covid-19 verður mett á sama hátt sum sesonginfluensa: ein heilsuhóttan, eitt virus sum framvegis fer at krevja lív, men sum ikki órógvar lóg og landaskil, segði Ryan sambært norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo