40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Góði granni okkara, William, er farin 72 ára gamal.

Tað vardi okkum ei, tá vit fóru av Argjum fyri jól, at William ikki var, tá vit vendu aftur.

Tí var tað ein skelkur, at annar granni, Erland Rasmussen, bar okkum deyðsboðini.

William búði á Høvdagøtu, tá eg kom har, og flestøll, sum hava búð her, verða verandi til tey verða borin hiðani.

Høvdagøta er blindur vegur frá Argjavegnum, og har eru bert 12 húski. Uttan at renna hvør øðrum á dyrnar, trívast vit sera væl í okkara gøtu. Húsini eru frá fyrst í sjeytiárunum, og flest øll vóru fyrst í 20-unum, tá tey komu.

William og Maria eru millum tey, sum hava búð har longst, og børn teirra, Heidi og Jan Erik, eru uppvaksin á Høvdagøtu, og Jan Erik býr har enn.

Tað, sum eyðkendi William, var hansara stillføra, jaliga og sera hjálpsama lyndi. Hann var røkin og pjøkin og helt tað snøgt uttan um húsini.

William er ættaður úr Roskilde og kom ungur til Føroya við donskum verjiskipi. Her møtti hann Mariu Mortensen úr Havn, og tey hava hildið saman síðani. Hann var maskinmaður og bumbuserkønur og fór seinni á Mjørkadalsstøðina at arbeiða, til støðin varð afturlatin.

Spurdi hann einaferð, um hann var í Mjørkadali, tá skipað var fyri friðargongu frá støðini oman á Vaglið. Haldi, at eisini eg helt røðu. Jú, víst minnist hann, serliga at helmingurin av kvinnunum komu inn á støðina at lána vesið, áðrenn farið varð til gongu Tá var Mjørkadalur hentur.

Soleiðis var William, kvikur í svarinum og altíð høviskur.

Nú vit øll eru pensionistar, hava nógvar hugnaløtur verið. Fyri Ørv var William hentur og góður at fara á flot við, og ofta fingu teir eitt gott prát, og mangan fingu vit eina framúr málíð, tí hann var ein óførur kokkur. Áðrenn vit fóru í jólafrí, bjóðaði hann til íslandskan lunda, tá vit komu aftur. Stundum hevði hann forkunnugan mat, sum hann hevði fingið frá vinmanninum, Jens Kjeld. Teir komu báðir báðir til Føroya í senn og vóru verandi. Og sjálvandi fegnaðust vit og gleddu okkum at koma aftur á Høvdagøtu.

Men fyrst og fremst var William ein góður familjumaður. Kona, børn og abbabørn høvdu fremstu raðfesting í gerandisdegnum. Og soleiðis hevur hann verið Mariu hollur stuðul, nú heilsan í seinastuni hevur bilað.

Eisini Ørvi og mær hevur William verið hentur og hjálpsamur, og saknur verður í honum.

Góða Maria, Heidi og Jan Erik og tykkara, hann hevði so ómetaliga stóra umsorgan fyri tykkum. Vit taka lut í sorg tykkara og biða allar ljósar einglar standa tykkum við lið.

Góði William, hvíl í friði!

Karin Kjølbro

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo