Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

VP hevur spurt Christian Andreasen, FSF-forseta, um hann heldur tað er ráðiligt at byrja fótbóltskappingina, nú útmeldingarnar frá læknaserfrøðini tykjast eitt sindur ógreiðar.

 

Christian Andreasen sigur, at ymisku útmeldingarnar seta ítróttina í eina keðiliga støðu.

 

- Løgmaður meldar út, at ítróttin skal byrja aftur fyrst í mai, meðan heilsufakligu myndugleikarnir ikki tykast vera heilt samdir í hesum.

 

- FSF hevur síðani útmeldingina frá løgmanni fyri páskir gjørt umfatandi fyrireikingar at byrja fótbóltin aftur undir so tryggum umstøðum sum gjørligt. Gjørdar er leiðreglur, sum eru sendar myndugleikunum.

 

- Svarið vit fingu frá myndugleikunum var, at kontaktítrótt hevur við sær ein smittuvanda, men vit skiltu svarið soleiðis, at myndugleikin hóast henda vanda gav grønt ljós fyri at fótbólturin byrjar aftur, sigur FSF-forsetin.

 

Christian Andreasen sigur, at FSF hevur tikið avgerð um at byrja í smáum 9. mai.

 

- Men tað er bert ein avmarkaður partur av kappingunum sum byrja. Kappingarnar í 2. og 3. deild byrja ikki, og allur ungdómsfóltbólturin er eisini fyribils útsettur, sigur hann.

 

- Støðan er tikin undir verandi umstøðum, men vaksa smittutølini aftur, kann lættliga uppstanda ein nýggj støða, sum inniber, at kappingarnar ikki byrja 9. mai, sigur Christian Andreasen í stuttari viðmerking við VP.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo