At skifta hjúnafelaga er bara at skifta einar trupulleikar út við aðrar
- Kathleen Norris

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur í dag havt aðalfund. Nær um 500 sjúkrarøktarfrøðingar luttóku á fundinum. Vaksandi talið boðar frá samanhaldi og styrki um fakfelagið.

Lógaruppskotið um at stytta arbeiðsvikuna hevur enn ikki sæð dagsins ljós. Hetta meldaði samgongan annars so bragdliga út, tá samgonguskjalið varð undirskrivað. Nú freistin er farin fyri at bera lógaruppskot í tingið, hava vit tó einki sæð til hetta. Vit taka fyri givið, at løgmaður stendur við síni vallyfti og tryggjar, at hetta lógaruppskotið verður lagt fram.  

Samráðingar og samráðingarrættur. Hvat merkir hetta og hvussu roynist hetta í veruleikanum? Sum fyrsta fakfelagið, sum fór í front at samráðast, so kunnu vit bara staðfesta, at samráðing er ongin, heldur tvørtur ímóti. Ongin vilji er til at samráðast frá arbeiðsgevarans síðu og har við politiskari síðu.

Av tí sama var ongin annar møguleiki enn at enda í verkfalli enn einaferð. Hetta var ikki tað, sum vit vildu. Men ongin møguleiki var at samráðast - sjálvt ikki um tað, sum ikki kostar krónur og oyru.

At vit vórðu lóggivnir aftur til arbeiðis er eitt brot á 100 ára gamlan tryggjaðan fakfelagsrætt. Hetta er ógvuliga álvarsamt. Og hóast sagt var fleiri ferðir á tingsins røðarapalli, at tað kostar at taka rættindi, ja, so merkti hetta, at tað skuldi gjaldast av okkum sjúkrarøktarfrøðingum.  Eftir at okkara sáttmáli varð undirskrivaður, var tað ein beiskur biti fyri og annar eftir, at onnur so glaðbeint kundu undirskriva fyri nógv hægri lønarhækkan enn vit.

Sjúkrarøktarfrøðingar fella ikki í fátt. Hóast okkara politiski myndugleiki ikki vil fyrihalda seg til álvarsomu støðuna í dagsins samfelagi og í tíðini sum kemur, so gera vit tað! Vit eru vanir at taka ábyrgd og kenna avgjørt ikki til annað enn at standa stinnir, tá ið á stendur. Og tað gera vit framvegis.

Og ongin ivi er! Stóra talið av sjúkrarøktarfrøðingum í dag borgar fyri, at viknaðir eru vit als ikki. Vit standa stinnari enn nakrantíð. Og vit halda fram at stríðast fyri betri løn, betri arbeiðskorum og fyri at tryggja sjúkrarøktarfrøði á einum dygdargóðum støði fyri alt føroya fólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo