Yvirtøkur, størri kapping ímillum vinnurekandi og betri undirvísing í føroyskum til herbúgvandi útleingar.
Hetta eru bert nøkur av málunum sum Løgtingið í dag fer at umrøða.
Endamálið við uppskotinum um kapping er at útvega Kappingareftirlitinum fleiri amboð at fremja virkna kapping. Kappingareftirlitið skal eisini kunna fremja marknaðargreiningar t.d. tá ið ábendingar eru um, at kappingin á einum marknaði ikki virkar, sum m.a. kann vísa seg við høgum prísum ella høgum vinningi.
Endamálið við uppskotinum um føroyskt til útlengingar er at tryggja borgarum, sum hava annað mál enn føroyskt sum sítt fyrsta mál, neyðuga undirvísing í føroyskum. Mett verður, at tað er umráðandi, at tilflytarar læra um mentan og samfelag og at samskifta á føroyskum, tí hetta vil verða við til at tryggja eina góða integratión. Tessvegna eigur dentur eisini at verða lagdur á, at tað í undirvísingini verður tikið atlit at samleika og mentanarfatan næmingsins, sum er neyvt tongt at annaðmálslæring, verður millum annað sagt í viðmerkingunum.
Bæði omanfyri nevndu uppskot eru frá landsstýrinum.
Eisini andstøðan hevur uppskot sum kemur til fyrstu viðgerð. Skotið verður upp at hækka barnafrádráttin í landsskattinum við 2.000 kr. um árið fyri børn undir skúlaaldur og 1.500 kr. um árið fyri børn frá 7 til 17 ár.
Tingfundurin byrjar klokkan 10.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo