

30 prosent av orkustøðunum í Ukraina, sum framleiða streym, eru oyðilagdar síðani 10. oktobur, sambært forsetanum Volodymyr Zelenskyj, skrivar CNN.
– Eitt slag av russiskum terrorálopum: Rættað móti orku og kritiskum infrastrukturi. Síðani 10. oktobur eru 30 prosent av orkustøðunum í Ukraina oyðilagdar, sum hevur givið nógv streymslit um alt landið, skrivar hann á Twitter í dag, sambært VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo