Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Føroya Skipara og Navigatørfelag hevur avtalað fund við semingssstovnin fríggjamorgunin kl 10:30 í FSN

Broytingar vórðu gjørdar í nevndini umframt, at vælumtóktu virðislønirnar fyri mest fyrimyndarliga mjólkaframleiðari og best røktaða fjós vórðu latnar

– Terminal kapasiteturin er settur til +/- 100.000 tons, skrivar iLaks

Prísurin á nógvum gerandisvørum er hækkaður seinastu mánaðirnar, og tað fær føroyingar til at hyggja eftir tilboðum í størri mun enn áður

Sølan av klæðum og fótbúnaði vaks 29% frá 3. til 4. ársfjórðing 2021

Føroya Tele samtakið hevði góðar 40 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2021, og tað gevur rúm fyri 30 milliónum krónum í vinningsbýti til eigaran Føroya Landsstýri

8,3 milliónir kr. komu inn í sambandi við stuðulstiltakið hjá Reyða Krossi í Lívdini í Hoyvík sunnukvøldið. Men tað var serliga ein upphædd, sum hyggjarin legði til merkis. Tað vóru tær 800.000 krónurnar frá reiðarínum Kinnfelli í Miðvági

Í januar var arbeiðsloysið 1,0%, ið svarar til 286 fulltíðararbeiðsleys

Kundarnir hjá Betri Pensjón fingu gott avkast í fjør, tí tilsamans vórðu út við 150 milliónir kr settar inn á pensjónskonturnar

Havnar Handverksmeistarafelag hevði aðalfund í farnu viku. Nýggjur í nevndini er Jón Sigurdsson

Í tíðarskeiðnum frá 2004 til í dag eru lønirnar i Føroyum hækkaðar munandi. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at hækka hámarkið í barsilsskipanini munandi

Heineken minkaði sítt virksemið í Russlandi, men nú hevur felagið avgjørt at selja seg heilt út úr landinum

Tað eru øðiligar støddir sum verða hivaðar í land á Oyrareingjum í hesum døgum

Tvær milliónir restaðu í tá gjørt var upp í fjør. Hóast keðiligt úrslit, so er tað væl betri enn árið frammanundan, tá hallið var yvir 6 mió kr

Legði ein lítlan fjórðing afturat bæði topp- og botnlinju í fjør

Í dag varð ársaðalfundurin hjá BankNordik hildin í høvuðssætinum á Oknarvegi í Havn

Vørn hevur eitt norskt skip á hondini, sum er átta ára gamalt, og sum kann fáast fyri 110 milliónir kr., tá tað loysir frá landi, sigur stjórin á Vørn, Óli Hans Olsen, við KVF

- Heldur enn at leggja dent á at umsita fiskatilfeingið burðardygt, hevur politiska skipanin valt at lata stuðul (makrelkvotur) til skip, ið ikki eru útgjørd at fiska makrel

- Hetta sæst millum annað á høgu lønargjaldingunum, methøgu útflutningsvirðunum og lága arbeiðsloysistalinum, sigur Føroya Váðaráð millum annað

- Ársúrslitið í 2021 gjørdist munandi betri enn undanfarna ár, tí fyri skatt var tað 2,6 mió. kr samanborið við 0,6 mió. í 2020

BankNordik hevur gjørt samstarvsavtalu við Saxo Bank, ið fer at geva kundum í BankNordik eina framkomna talgilda loysn á íløguøkinum

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið eitt ískoyti frá borgarstjóranum, at umleggingin av allari Bussleiðini til grøna orku skal vera framd í seinasta lagi í 2027

Gongdin hjá Trygd í 2021 var góð í mun til inntøkur, ið eru í støðugum vøkstri. Tvær nýggjar tryggingar vórðu mentar, og stórir einstakir skaðar settu sín dám á árið

- Tað er syrgiligt at vera vitni til tað, sum gongur fyri seg á ovastu rók í BankNordik í dag, sigur Stine Bosse, nevndarforkvinna í bankanum frá 2015 til 2020, við KVF

- Árligar sildakanningar í mai síðan 1995 vísa, at útbreiðslan av norðhavssild broytist nógv. Fyri at fáa betur greiði á hví so er, hava vit kannað slag, nøgd og spjaðing av føði, samanborið við hvar sildin stendur í mai, sigur Havstovan

Februar er vanliga ein av laku mánaðunum hjá gistingarhúsunum við fáum vitjanum. Í februar 2022 vóru gistinæturnar um 9.000 í tali. Tað er ein vøkstur upp á 21% í mun til sama mánað í fjør

- Skjótt verður NemID avtikið sum innritanarloysn til føroysku Netbankarnar, og í staðin skal Samleikin brúkast bæði hjá privat- og vinnukundum

Í 2021 vóru í minsta lagi ein fjórðingur av fiskidøgunum í heimaflotanum óbrúktir og hjá summum skipabólkum meir enn helmingurin. Búskaparráðið mælir til, at óbrúktir fiskidagar vera tiknir úr fiskidagaskipanini

Búskaparráðið mælir til, at skipanin við fiskidøgum verður eftirmett, við tí endamálið at fáa fiskiveiðuna undir Føroyum lívfrøðiliga burðardygga

- Rættingar fyri 251 mió. ljóðar av nógvum, og er omanfyri miðal seinastu árini. Vit síggja at vinnulívið í Føroyum er blivið meira samansett og kompliserað, og tað ger eisini, at vit í fleiri førum nú enn áður koma fram á stór mál

Risastóru vinmyllurnar hjá Vindrøkt á Gellingarkletti verða nú settar upp

Semja um orkumálið var undirritað úti á Tinganesi um miðdagsleitið í dag

Í morgin tann 23.03. 2022 kl 13:00 verður felags samráðingar fundur í Vinnuhúsinum um felags krøvini

Seinnapartin í dag skriva landsstýrismaðurin í vinnumálum og samráðingarnevndin umboðandi kommunala geiran og SEV undir semju um bygnaðin á elorkuøkinum

Vágs Timburhandil broytir navn til Bygma Suðuroy og Helgi Kristiansen heldur fram sum leiðari, somuleiðis halda øll starvsfólkini fram

Kann vera við til at draga fleiri íleggjarar at BankNordik og geva bankanum betri treytir at taka lán og útgeva lánsbrøv

Enn einaferð eru politikarar og Landsverk farnir at pástanda, at landið kann bora bíligari enn privatu fyritøkurnar gera. Føroya Handverksmeistarafelag vil vísa á, at hetta er langt frá veruleikanum

Um 9-tíðina í gjárkvøldið fór maður fyri borð umborð á íslendska lodnuskipinum Víkingi. Høgaberg, sum var staddur tætt við fekk tveitt manninum ein bjargingarvest

Fíggjarstøðan hjá landskassanum er verri í dag, enn hon var beint áðrenn fíggjarkreppan rakti í 2008, hóast føroyski búskapurin hevur havt stóra framgongd seinastu 10 árini

- Við nærum ongum arbeiðsloysi og stórum inntøkuvøkstri eiga almennu kassarnir at hava avlop, vísur Búskaparráðið á í várfrágreiðingini fyri 2022

Kranin skal seta risastóru vinmyllurnar upp á Gellingarkletti komandi dagarnar

Bæði bruttovinningur og ársúrslit settu met í fjør hjá heilsøluni í Klaksvík

Við lyklinum varpar MEGD ljós á matstovur og kaféir, sum eru atkomuligar fyri fólk, ið bera brek

Tað skal samanberast við hall á yvir 36 mió kr í 2020

Úrslitið áðrenn skatt í 2021 var eitt avlop upp á 21,4 mió. kr. Sparikassin er nøgdur við gongdina í 2021

Súsanna Poulsen er sett sum stjóri í Føroya Keypssamtøku

 

Men gjaldførið er gott og felagið er bjartskygt um framtíðina

- Allir kundar, ið hava eina sethúsatrygging hjá okkum, eru fevndir av nývirðistrygging. Tað merkir, at kundar kunnu hava vissu fyri, at húsini verða bygd aftur, um skaði stendst av eldi, sigur TRYGD

Úrslitið kundi verið nógv størri um oljan ikki var so dýr, tí sølan setti met og var fleiri 100 milliónir hægri enn árið fyri

Úrslitið hjá MEST var í 2021 eitt vet hægri enn árið frammanundan hóast nettosølan var lægri. Avlopið eftir skatt var 12,9 mió kr í 2021 í mun til 12,8 mió kr árið fyri