40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: Jasper van der Heyden hevur longt sáttmálan við 07 Vestur í eitt ár.

Skjóti bóltsnillingurin kom til okkara úr KÍ til kappingaruppstartin 2022, har hann skuldi vera við til at styrkja um álopspartin. Hetta má man siga hevur eydnast til fulnar.

Í fyrsta dystinum móti AB skoraði hann tvey mál í 3-3 dystinum, sum kundi síggjast sum eitt tekin um, hvat var í væntu. Jasper hevur skorað 9 mál í ár, og hann er við í tí mesta, sum hendir fram eftir vøllinum. 

Hansara ágrýtni og serliga skil fyri spælinum er ein frægd at eygleiða sum áskoðari.Vit eru sera glað um samstarvið og fegnast um, at Jasper tekur enn eitt ár í 07 Vestur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo