Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: Nú er eisini greitt hvør skal venja kvinnurnar komandi kappingarári, og hevur 07 Vestur sett Frankie Jensen sum venjara. Afturat sær hevur Frankie Jensen Høgna Egilstoft Nielsen sum hjálparvenjara og fysiski venjaran hjá felagnum, Pól Hendrikkur Andreassen, verður eisini partur av venjaratoyminum hjá kvinnunum.

Frankie Jensen hevur í 2007 nomið sær útbúgving sum UEFA-A venjari í Danmak, og hevur drúgvar royndir sum venjari. Frankie Jensen hevur m.a. staðið á odda fyri ÍF Føroyum tá teir vunnu sær sæti í Keypmannahavnarseriuni, og hevur staðið á odda fyri U18 hjá HB tá teir vunnu greipuna í 2011. Seinastu árini hevur Frankie Jensen starvast sum høvuðsungdómsvenjari hjá FC Hoyvík.

Saman við Høgna Egilstoft og Pól Hendrikki Andreassen hevur 07 Vestur eitt sterkt toymi at brynja kvinnurnar til Betri-deildina. Harumframt hevur felagið nú ein dugnaligan og ágrýtnan hóp av kvinnum, sum taka uppgávuna í stórsta álvara og veruliga ynskja kvinnufótbólt á hægsta støði í Vágum.

"Málið hjá okkum er, at 07 Vestur skal fevna um allar kvinnuligar fótbóltsleikarar, bæði tær sum sikta høgt, men so sanniliga eisini tær sum spæla fyri hugnaðin og tí sosialu samveruna, sum er í einum fótbóltsfelagi", sigur Rannvá í Løðu, umboð fyri kvinnufótbóltin.

"07 Vestur ynskir Frankie Jensen vælkomnum vestur, og ynskir honum og kvinnunum blíðan byr komandi kappingarár", sigur Rannvá í Løðu at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo