Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Føroya Rættur hevur í dag dømt eina 31 ára gamla kvinnu 1 ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla kokain til Føroya.

Kvinnan, ið er donsk, kom til Føroya við flogfari tann 5. mai 2023. Hon hevði uml. 100 gram av kokaini á sær, tá hon bleiv steðgað av tollarunum á flogvøllinum.

Kvinnan bleiv handtikin av løgregluni og síðani framstillaði ákæruvaldið hana í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti, har hun bleiv varðhaldsfongslað til í dag, tá málið varð viðgjørt í Føroya Rætti.

Kvinnan játtaði seg seka. Ákæruvaldið metti, at hon skuldi hava minst 1 ára fongsulsrevsing. Hesum tók Føroya Rættur undir við.

Kvinnan tók við dóminum, sum hon skal sita beinanvegin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo