Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Talgildu Føroyar: Frá 1. juli í ár ber ikki longur til at rita inn við Mínlykil.

Talgildu Føroyar boða frá, at Mínlykil verður gjørdur óvirkin um ein góðan mánaða.

Samleikin er komin í staðin fyri Mínlykil, og kann nú brúkast á teimum síðum og tænastum, sum higartil hava brúkt Mínlykil.

Harumframt eru fleiri aðrir tænastuveitarar, sum brúka Samleikan sum innritan, og enn fleiri leggjast aftrat.

Seinni í ár fara eisini føroysku peningastovnarnir at brúka Samleikan til netbankarnar.

Sostatt kanst tú rita inn við Samleikanum til flestu talgildu tænasturnar.

17.700 føroyingar hava longu fingið sær Samleikan. Tað er skjótt og ómakaleyst. Tak appina niður á telefon ella teldil og skráset teg. Tú kanst lesa meira á heimasíðuni samleikin.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo