Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Altjóða verkafólkadagurin tann 1. mai verður hildin á Reyða Torginum í Vestmanna mikudagin kl. 16. Hetta er tíggjunda ferðin 1. mai verður hildin í Vestmanna, síðan byrjað varð í 2014. Tað ringasta korona-árið fór burturímillum.

Røðarar hesaferð verða Beinta Klakstein, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag, Uni Arge, rithøvundur og Uni holm Johannesen, løgtingsmaður. Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala, Tjóðsangin og einar tveir aftrat.

Eftir fundin á Reyða Torginum bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum beint við.

Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir, sum eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo