Ríðingarfelagið: gjár var FM kapping í kappríðing á flúgvarbedingini í Vágum. Vága Ríðingarfelag skipaði fyri og luttóku 21 ross í kappingini.
Stóra hetjan hesa kappingina gjørdist bara 11 ára gamla Ása Bárðardóttir úr Havn. Hon reið á ryssuni Sílfu og tær báðar gjørdi tað bragd, at tær ikki bara vunnu í Tvíspor ung, men tær høvdu samstundis eisini bestu tíð av øllum rossunum hendan dagin. Sílfa rann hálvt sekund skjótari enn besta ross í Tvíspor vaksin.
FM kappingin í Tvíspor ung er annars sera spennandi, og tá heystkappríðingin er í Marknagili um tvær vikur, verður ein rein finala millum Ásu Bárðardóttir á Sílfu og Randarsól Heinesen á Spirit.
Spenningur var eisinum undan Tvíspor vaksin. Seinasti riðilin var millum Bryndis Hjartardóttir á Freyr og Hans Paula Poulsen á Svannu. Á ólavsøku vann Freyr meðan Svanna gjørdist nummar trý.
Tí vóru bara tvey stig á muni millum rossini í FM stríðnum, har Svanna lá átti munin. So um Freyr vann í gjár vóru rossini púra jøvn í stigum.
Tað gjørdist eisini sera tætt, men á málinum átti Svanna og Hans Pauli Poulsen munin, sum tó var so evarska lítil sum 2 hundrandapartar av einum sekundi. Hetta merkir at Svanna nú økir um stigamunin og er greiður favorittur at vinna FM
Hinar greinarnar vunnu hesi. Skeið - Regin Johannessen á Gylling. Tølt - Bárður Johannessen á Syrpu. Trav Opin flokkur - Marna Anthoniussen á Oskar. Trav - Kristfríð D. Jacobsen á Grettir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo