Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Meðan partur av føroyskum politikarum arbeiðir við at steðga fiskivinnusamstavinum við Russland, so er stórur partur av teimum nýggju norsku skipunum til fiskiskap í russiska partinum av Barentshavinum.

Sambært heimasíðuni hjá Fishfact.com, vóru íalt 11 norsk fiskiskip á fiskileið eystaliga í russiska partinum. Tað tykist ikki, sum at hesi lond ætla at steðga fiskivinnusamstarvinum.

Noreg og Russland samstarva um Barentshavið. Noreg hevur partvísan havnastongsul, men russisk skip hava atgongd til 3 ymiskar havnir í Noreg. Hetta eru tó tær havnirnar, sum russar vanliga hava brúkt undanfarin ár áðrenn avmarkingina.

Føroysk reiðarí hava seinasta árið bygt 3 framkomin skip til fiskiskapin í Barentashavinum. Skipini er sergjørd til toskafiskiskapin og til avbjóðingarnar í dag og árini framyvir.

Serligur dentur hevur verið lagdur í fáa alla veiðuna í land, minking av co2 útlátinum, góðar umstøður til manningina, eins og skipini eru útgjørd við landstreymi, so larmur, tá skipini eru í havn, verður sera nógv avmarkaður.

Tað verður ein dyggur smeitur fyri hesi reiðarí og manningarnar við hesum skipum, um fiskivinnusamstarvið steðgar. Eisini fer tað at merkjast væl í føroyska samfelagnum, tí í dag eru omanfyri 200 húski knýtt beinleiðis at hesum skipum umframt avleitt virksemi í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo